Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. desember 2005 Nr. 134
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 um barnavernd verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1 1) Í § 33, stk. 1 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur
1) Í § 33, stk. 1 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur” 2) Í § 33, stk. 2 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur” 3) Í § 77 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 kemur § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 í gildi 1. november 2005. Landið ber útreiðslurnar av § 33, stk. 2 frá 1. november 2005.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2005
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2005. Tórshavn, 9. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 10/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.