Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2000 Nr. 133

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 11, stk. 3, nr. 5, verður strikað. 2. § 13, stk. 3, 3. pkt., verður strikað. 3. Í § 18, stk. 7, verða orðini “og um gjaldið fyri roynd og koyrikort” strikað. 4. § 18 b, stk. 6, verður strikað. 5. Í § 18 c, stk. 5, verða orðini “, og um gjaldið fyri royndina” strikað. 6. Í § 19 a, stk. 7, verða orðini “og um gjald fyri roynd og góðkenning” strikað. 7. § 58 e, stk. 5, verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um mannagongdina við álegging og innkrevjing av gjaldinum.” 8. Í § 58 e verður sett sum nýtt stk. 6: “Stk. 6. Gjaldið er kr. 200.” Stk. 6 og stk. 7 verða hereftir stk. 7 og stk. 8. 9. Aftaná § 64 verður sett: “Gjøld Skoðan

§ 64 a Fyri skoðan í sambandi við skráseting og/ella góðkenning verður goldið

Fyri skoðan í sambandi við skráseting og/ella góðkenning verður goldið: 1. Lastvognur, leguvognur, viðfestivognur, bulvognur ella bussur, tá akfarið hevur eina totalvekt, ið er oman fyri 3.500 kg: kr. 550. 2. Annað akfar: kr. 350. Stk. 2. Hóast stk. 1 verður fyri umskoðan goldið kr. 100. Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri skoðan í sambandi við skráseting og/ella góðkenning, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2. Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 b Fyri tíðarvissa skoðan verður árliga goldið

Fyri tíðarvissa skoðan verður árliga goldið: 1. Motorsúkkla: kr. 150. 2. Bilur við totalvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250. 3. Bilur við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350. 4. Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við totalvekt, sum er yvir 750 kg, men í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250. 5. Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350. Stk. 2. Fyri umskoðan verður, hóast ásetingarnar í stk. 1, goldið kr. 100. Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2. Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 c Fyri umbidna skoðan verður fyri hvørja skoðan goldið gjald, ið er tað sama sum árliga gjaldið…

Fyri umbidna skoðan verður fyri hvørja skoðan goldið gjald, ið er tað sama sum árliga gjaldið fyri tíðarvissa skoðan, sbrt. § 64b. Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki gjaldast fyri umbidna skoðan, um tað í minsta lagi er 1 ár síðan, at akfarið seinast varð skoðað. Stk. 3. Hóast stk. 1 og stk. 2 verður fyri umskoðan goldið kr. 100. Stk. 4. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri umbidna skoðan, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 3. Hóast 1.-2. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 d Fyri endurrit av skrásetingarskjali ella skoðanarváttan verður goldið kr. 50

Fyri endurrit av skrásetingarskjali ella skoðanarváttan verður goldið kr. 50. Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki verða goldið fyri endurrit til almenna nýtslu. Góðkenningar

§ 64 e Fyri meginfloksgóðkenning ella floksgóðkenning verður goldið

Fyri meginfloksgóðkenning ella floksgóðkenning verður goldið: 1. Akfar við totalvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 2000. 2. Akfar við totalvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 3000. Stk. 2. Fyri góðkenningarváttan verður goldið kr. 3000. Stk. 3. Fyri koblingsváttan verður goldið kr. 150. Spjøldur

§ 64 f Fyri støk nummarspjøldur verður goldið kr. 250 og fyri eitt sett verður goldið kr. 500

Fyri støk nummarspjøldur verður goldið kr. 250 og fyri eitt sett verður goldið kr. 500. Stk. 2. Fyri góðkenningarspjaldur innan verður goldið kr. 60.

§ 64 g Fyri leys royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 50 um dagin

Fyri leys royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 50 um dagin. Stk. 2. Fyri føst royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 420 um hálvárið, umframt gjald fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1.

§ 64 h Fyri rættin til serlig spjøldur verður umframt gjaldið fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1, goldið

Fyri rættin til serlig spjøldur verður umframt gjaldið fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1, goldið: 1. Ynskinummarspjøldur: kr. 6000. 2. Avmarkað ynskinummarspjøldur: kr. 1000. Koyriroyndir og koyrikort

§ 64 i Fyri vanliga koyriroynd verður goldið

Fyri vanliga koyriroynd verður goldið: 1. Bólkur A1 motorsúkkla: a) Fyrsta roynd: kr. 550. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. 2. Bólkur A2 motorsúkkla við síðuvogni: a) Fyrsta roynd: kr. 550. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. 3. Bólkur A1+A2 samstundis: a) Fyrsta roynd: kr. 800 b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: Gjald fyri fylgjandi roynd til bólk A1 og/ella bólk A2, sbr. nr. 1, litra c, og nr. 2, litra c. 4. Bólkur B vanligur persónbilur: a) Fyrsta roynd: kr. 550. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. 5. Bólkur B vinnuligur fólkaflutningur: a) Fyrsta roynd: kr. 550. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. 6. Bólkur C lastbilur: a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð. 7. Bólkur D stórur persónbilur a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð. 8. Bólkur D vinnuligur fólkaflutningur: a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð. 9. Bólkur B+E persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn: kr. 250. 10. Bólkur C+E lastbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn: a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð. 11. Bólkur D+E stórur persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn: a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð. 12. Prutl: kr. 150. 13. Traktor (dragi): a) Fyrsta roynd: kr. 300. b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 150 hvørja ferð. c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 250 hvørja ferð. Stk. 2. Fyri eftiransandi koyriroynd verður goldið: 1) Fyrsta roynd: kr. 550. 2) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. 3) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. Stk. 3. Um koyrikortumsøkjari ikki møtir til ásetta ástøðiliga ella verkliga koyriroynd, og avboð ikki verður givið í seinasta lagi kl. 12.00 gerandisdagin áðrenn royndina, skal gjaldast fyri fylgjandi ástøðiliga og/ella verkliga roynd, sbr. stk. 1 og stk. 2, áðrenn farið kann verða til roynd í hesum koyrikortbólki aftur. Hóast 1. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 j Fyri roynd til góðkenning sum koyrilærari verður goldið

Fyri roynd til góðkenning sum koyrilærari verður goldið: 1. Roynd til bólk A1/A2 motorsúkklu: kr. 550. 2. Roynd til bólk B vanligan persónbil: kr. 550. 3. Roynd til bólk C+D+E: kr. 700.

§ 64 k Fyri endurrit av koyrikorti verður goldið kr. 250

Fyri endurrit av koyrikorti verður goldið kr. 250. Stk. 2. Fyri umbýti av gomlum føroyskum koyrikorti, ella av útlendskum koyrikorti, til nýggj føroysk koyrikort í ES-sniði, verður goldið kr. 250. Stk. 3. Fyri altjóða koyrikort verður goldið kr. 150. Innkrevjing av gjaldi

§ 64 l Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innkrevjing av gjøldum sambært hesi lóg

Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innkrevjing av gjøldum sambært hesi lóg.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001, sbr. tó stk. 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, nær § 64i, nr. 6-7, og § 64i, nr. 10-11, koma í gildi. Til hesar ásetingar verða settar í gildi, verður fyri koyriroynd til bólk C+D og bólk C+D+E goldið: 1. Bólkur C+D lastbilur / stórur persónvognur: a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroyndir: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verkligar royndir: kr. 500 hvørja ferð. 2. Bólkur C+D+E lastbilur / stórur persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn: a) Fyrsta roynd: kr. 650. b) Fylgjandi ástøðisroyndir: kr. 350 hvørja ferð. c) Fylgjandi verkligar royndir: kr. 500 hvørja ferð. Tórshavn, 22. desember 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
at seta ásetingar í ferðslulógini í gildi · innanhýsis
Galdandi · 29. september 2005

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙