Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2016 Nr. 133

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki

(Betring av fíggjarligu støðuni hjá sjófólki)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 21. mai 1993, løgtingslóg nr. 62 frá 3. juli 1998, løgtingslóg 165 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 124 frá 22. desember 2010 og løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki” 2. § 47, nr. 23 verður orðað soleiðis: “23) § 71 a og c um veitan av fíggjarligari trygd fyri útreiðslum til heimferð, grundleggjandi tørv hjá sjófólki inntil sjófólkið er komið heim, fýra mánaðir í ógoldnari løn o.a.” 3. § 71 a verður orðað soleiðis: “§ 71 a. Reiðarin skal tekna eina trygging, ið Sjóvinnustýrið hevur góðkent, ella seta eina aðra samsvarandi fíggjarliga trygd, ið rindar fyri krøv frá skipsførara og sjófólkum móti reiðarínum og arbeiðsgevaranum, um hesin er ein annar enn reiðaríið, í teimum førum, har eitt sjófólk verður latið eftir. Stk. 2. Eitt sjófólk er at meta sum latið eftir, um reiðarin í ósamsvari við sínar skyldur sambært starvsavtaluni, galdandi kollektiva sáttmála, ella sambært hesi løgtingslóg: 1) letur vera við at rinda fyri útreiðslurnar av at senda sjófólkið heim, 2) letur sjófólkið eftir uttan tað neyðuga til uppihald ella fíggjarligan stuðul, ella 3) á annan hátt eintáttað og ógrundað hevur brotið sambandið við sjófólkið, og um sjófólkið ikki hevur fingið løn í í minsta lagi 2 mánaðir. Stk. 3. Tann fíggjarliga trygdin, sbrt. stk. 1, skal rinda fyri: 1) grundleggjandi tørv hjá sjófólki, inntil sjófólkið er komið heim, íroknað kost, hita, ravmagn, samskifti, reinføri og neyðuga læknaviðgerð o.a., útreiðslur til heimferð umframt aðrar rímiligar útreiðslur, sum eru ein fylgja av, at sjófólkið er latið eftir, og 2) fýra mánaðir í ógoldnari løn og øðrum gjøldum o.a., sum sjófólkið hevur rætt til, orsakað av setanarviðurskiftunum í tann mun, hesi krøv ikki eru fevnd av útgjaldi úr Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um ta fíggjarligu trygdina, sbrt. stk. 1, undir hesum um dekningsmørk, um skjalprógvan fyri reistum krøvum, um møguleikan fyri at gera kravið galdandi beinleiðis móti honum, ið hevur veitt fíggjarligu trygdina, og um at trygdin ikki skal fevna um krøv, ið eru fevnd av almennum sosialum trygdarskipanum, ið dekka sjófólkið. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um loyvisbræv ella aðra skjalprógvan fyri fíggjarligu trygdina, sbrt. stk. 1, og um at heingja hesi upp umborð á skipinum.” 4. Aftan á § 71 b verður sett: “§ 71 c. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fría heimferð við uppihaldi eftir teimum ásetingum, sum eru nevndar í § 6, stk. 6, § 8, stk. 1, § 10, stk. 4, §§ 11-14, § 18, stk. 2, § 19, § 30, § 43, § 46, stk. 2 og § 47.

§ 71 d Landsstýrismaðurin kann, eftir samráð við avvarðandi landsstýrismann við málsræði fyri…

Landsstýrismaðurin kann, eftir samráð við avvarðandi landsstýrismann við málsræði fyri løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, áseta reglur um loyvisbrøv ella onnur próvskjøl um vernd av sjófólki eftir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, og um at heingja upp próvskjøl og loyvisbrøv o.a. umborð á skipinum.” 5. § 73 verður orðað soleiðis: “§ 73. § 13, § 21, stk. 1, § 26, § 29, stk. 2 og 3, § 35, § 37, § 39, § 40, § 41, § 42, § 43, § 48, § 53, stk. 1, 2. pkt. og § 71 a, c og d eru ikki galdandi fyri fiskiskip.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 18. januar 2017

Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 18. januar 2017. Í Tinganesi, 20. desember 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 31/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙