Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. desember 2010 Nr. 133
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Sum nýggj grein verður eftir § 30a sett: “§ 30 b. Inntøka frá fiski- og alivinnu verður áløgd ein tilfeingis/loyvisskatt á 2,5% av skattskyldugari inntøku, hægri enn 1.000.000 kr. Tilfeingis/loyvisskatturin tilfellur landskassanum. Stk. 2. Skattskyldug, sbrt. stk. 1, hava skyldu at fyribilsskráseta seg við inntøku frá fiski- og alivinnu í seinasta lagi 1. oktober í inntøkuárinum. Stk. 3. Í skattaroknskapinum hjá teimum, sum hava inntøku eftir stk. 1, skal serstøk uppgerð gerast fyri tilfeingis/loyvisskattin, sbr. tó stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Uppgerðin verður latin inn saman við sjálvuppgávuni. Stk. 4. Hjá teimum, sum hava skattskylduga inntøku eftir stk. 1 á 1.000.000 kr. ella lægri, er ikki neyðugt at gera serstaka uppgerð eftir stk. 3. Stk. 5. Tilfeingis/loyvisskatturin fellur til gjaldingar í 3 gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember í inntøkuárinum við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður skatturin eftir stk. 1. og 2. ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7 % fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum. Stk. 6. Av avlopsskatti, ið stavar frá inngjaldi eftir hesi grein, verður einki endurgjald latið. Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 1-7 í hesi grein hava virknað fyri inntøkuárið 2011.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 28. desember 2010 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 26/2010
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.