Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. desember 2014 Nr. 133

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20.…

Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Persónur, sum í sínum setanarviðurskiftum vinnur tænastumannaeftirløn, hevur ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn eftir hesi løgtingslóg við atliti at tí løn, hann forvinnur sambært tænastumannastarvinum.” 2. § 3, nr. 2 verður strikað. 3. Í § 5, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett: “Persónstryggingar, sbrt. § 2, stk. 8, skulu stovnast í tryggingarfelagi við heimstaði í Føroyum.” 4. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður eftir “stk. 5” sett: “og 9”. 5. Í § 9, stk. 2, nr. 2 verður “í eins stórum lutum” strikað. 6. Í § 9 verður sum stk. 9 sett: “Stk. 9. Inngjald, sum persónur, fevndur av § 1, stk. 5 ella § 17, stk. 1, hevur goldið, kann rindast út aftur, hóast eftirlønarsamansparari ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur.” 7. Í § 17, stk. 5, 3. pkt. verður aftaná “burtursíggingarrættur” sett: “og frádráttarrættur”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur tó í gildi 1. januar 2015. Í Tinganesi, 19. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 34/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙