Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. august 1997 Nr. 133

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk 3 verða orðini “tvey ár” broytt til: “fimm ár”. 2) Í § 5, stk. 8 verður skoytt uppí: “Egin hjáveiðikvota er hjáveiðiparturin, ið landsstýrið hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska, roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.” 3) Í § 5, stk. 9 verður “1. juli” broytt til: “15. juni”. 4) Í § 8, stk. 3 verður aftaná orðini “í altjóða sjógvi” sett inn: “ella til fiskiskap á fjarleiðum sambært sínámillum fiskiveiðiavtalu,”. 5) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fiskidagar kunnu umsetast frítt í 10 ár frá tí degi teir seinast eru umsettir innanfyri hvønn undirbólk ásettir sambært § 29 stk. 1 eftir nærri reglum, sum landstýrið ásetir. Fiskidagar kunnu verða læntir ella leigaðir í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið firá bólki 5 til hinar bólkarnir, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landsstýrið ásetur. Fiskidagar í høvuðsbólki 4, smb. § 28, stk. 1, kunnu ikki latast frá húki til trol. Fiskiveiðieftirlitið skal hava fráboðan um flyting av fiskidøgum, áðrenn farið verður at brúka fluttu dagarnar.” 6) § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hjá feløgum og einstaklingum sum hava útvegað sær fiskidagar innan 1. september 1997 verður 10 ára skeiðið roknað frá hesum degi.” 7) § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Fiskidagar, sum eru umsettir í einum fiskiári fyri ávíst tíðarskeið, skulu fylgja vøkstri og niðurskurði í sama mun, sum ásetingin í § 29 fyri hvørt fiskiár broytist.” 8) § 15, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Kvotur ella partar av kvotum kunnu ikki latast øðrum í meira enn 10 ár frá tí tær seinast eru umsettar. Verður kvota latin øðrum í meira enn 10 ár fellur hon til felagskvotuna hjá avvarðandi skipabólki. Fyri kvotur umsettar innan 1. september 1997 er reglan í § 14, stk. 2 galdandi.” 9) Nýtt § 15, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Kvotur, sum eru umsettar í einum fiskiári fyri ávíst tíðarskeið, skulu fylgja vøkstri ella niðurskurði í sama mun, sum heildarkvotan broytist hvørt ár.” 10) Í § 22, stk. 1 verður “1. juli” broytt til: “15. juni” og stk. 3 verður soljóðandi: “Stk. 3. Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august árið eftir. Fiskidagar fyri komandi árið verða ásettir í seinasta lagi 18. august sama árið, fiskiárið byrjar.” 11) Í § 27 verða árstølini “1996” og “1997” broytt ávikavist til: “1997” og “1998”. 12) Í § 28, stk. 2 verður aftaná orðingina “verður roknað” sett inn orðið “vegleiðandi”. 13) § 29, stk. 1 verður broytt soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, smb. tó stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini, tó so at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin,: Bólkur 2: Partrolarar 7199 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 BRT 2660 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 BRT 4696 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 BRT 4632 fiskidagar Bólkur 5 Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiðu 23625 fiskidagar Tøkir 577 fiskidagar” 14) Í § 29, stk. 5 verður skoytt uppí: 15) “Landsstýrinum verður heimilað at gera undantøk frá hesum, um verandi fiskiloyvi til trolveiðu verður flutt til annað fiskifar í hesum bólki, har fiskiorkan verður tann sama ella minni.” 16) Í § 40, stk. 1, pkt. 1) verður orðingin “§ 9, stk. 1 og stk. 2” strikað og ístaðin verður sett inn orðingin: “§ 9, stk. 1-4, § 9 a, stk. 1 -2”. 17) Í § 40, stk. 1, pkt. 3) verður orðingin “§§ 7 og 8” broytt til: “§§ 7, 8, 14 og 15”, og eftir “§ 18” verður sett inn: “§ 19”. 18) Í § 45, stk. 1 verður eftir “§ 9” sett inn: “§ 9a” og í § 45, stk. 2 fyrstu reglu verður “veiðiloyvi” broytt til: “veiði- og fiskiloyvi”.

§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 9. august 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙