Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2016 Nr. 132
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(Tillagingar viðv. bústaðarískoyti, mótrokning, lesandi við børnum, barsilsfarloyvi, sálarfrøðilig viðgerð o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 12, stk. 3 verður aftan á “stk. 1” sett: “ella § 13 a, stk. 1”. 2. Í § 12, stk. 4 verður aftan á “stk. 1” sett: “, § 13 a, stk. 1 ella § 14, stk. 1, nr. 1”. 3. § 12, stk. 7, verður orðað soleiðis: “Stk. 7. Skattskyldug inntøka, sum ein persónur kann hava, uttan at upphædd verður mótroknað sbrt. stk. 6, er 1.000 kr. faldað við tali av mánaðum í árinum, sum fyriskipanin varir.” 4. Í § 13 verður stk. 1 strikað, og stk. 2 verður eftir hetta stk. 1. Í stk. 3, sum verður stk. 2, verður “stk. 2” broytt til: “stk. 1”. 5. Í § 13 a, stk. 1, 1. pkt. verður “og § 13, stk. 1” strikað, og sum nr. 7, 8, 9 og 10 verða sett: ”7) Persónur, ið er uppihaldari at barni, og sum livir í samlívi ella er giftur við persóni, ið er lesandi, og sum móttekur lestrarstuðul, fær 44% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. 8) Persónur, ið býr einsamallur, og sum rindar barnagjald fær 50% av dagpeningaupphæddini. 9) Persónur, ið er sambúgvandi, sum ikki hevur heimabúgvandi børn, men sum rindar barnagjald, fær 28% av dagpeningaupphæddini. 10) Umframt veiting sbrt. nr. 8 og 9 verður veitt ein viðbót samsvarandi við vanligt barnagjald.” 6. § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Í sambandi við fyriskipan á arbeiðsmarknaðinum sbrt. § 9, stk. 1, nr. 2 og 3, verður stuðul veittur sum lønarískoyti sambært fylgjandi ásetingum: 1) Til yrkisútbúgving verður lønarískoyti veitt til løn til lærling. 2) Til persón í yrkisútbúgving, sum er forsyrgjari ella farin upp um vanligan útbúgvingaraldur, verður lønarískoyti veitt til minstuløn sambært sáttmála á viðkomandi arbeiðsøki. 3) Til arbeiðsvenjing verður lønarískoyti veitt til minstuløn sambært sáttmála á viðkomandi arbeiðsøki.” 7. Í § 14, stk. 2 verður aftan á “stk. 1” sett: “, nr. 1 og 3”. 8. Í § 14, stk. 3 verður “2” broytt til: “3”. 9. Í § 14 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Lønarískoyti til persón, sum fær stuðul sbrt. stk. 1, nr. 2, er lønarískoyti sbrt. stk. 2 ella 3 umframt eina upphædd samsvarandi við munin millum lærlingaløn og minstuløn sambært sáttmála á viðkomandi arbeiðsøki.” 10. Í § 22, stk. 8 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Inntøka, ið stavar frá kommunalari ella borgarligari umboðan, er tó ikki at rokna sum lønarinntøka.” 11. Í § 25, stk. 5 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Í serligum førum og bert tá mett verður, at tað er ein fyritreyt fyri, at ein persónur kann luttaka í eini fyriskipan, kann stuðul veitast til sálarfrøðiliga viðgerð.” 12. Í § 27 verður “stk. 2” broytt til: “stk. 1, nr. 1 og 2”. 13. Í § 27 verður sum stk. 2. sett: “Stk. 2. Kvinnur, sum vegna barnsburð fara í farloyvi frá fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1 kunnu fáa framhaldandi veiting sbrt. § 12 ella 13 a í mesta lagi í 12 mánaðir.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá fyrsta…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá fyrsta degnum í fyrsta útgjaldsskeiðnum, eftir, at lógin er kunngjørd. Í Tinganesi, 20. desember 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 28/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.