Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 131 20. desember 2016

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

(Partur av avlopi landskassans í búskapargrunn)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 170…

Í løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 23. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og í roknskapi landsins á serstaka kontu, nevnd Búskapargrunnur Føroya. Stk. 2. Serinntøkur eru: 1) Inntøkur frá kolvetnisútvinningi 2) ágóði av einskiljing landsins 3) játtan á fíggjarlóg 4) inntøka av íløgurøkt grunsins Stk. 3. Umframt serinntøkurnar í stk. 2, skal partur av avlopinum hjá landskassanum flytast í Búskapargrunn Føroya: 1) 20 prosent av uppgjørda RLÚ I úrslitinum, tá ið avlopið er millum 0 og 200 mió. kr. 2) 50 prosent av tí parti av RLÚ I úrslitinum, ið er oman fyri 200 mió. kr.” 2. Í § 5, stk. 2 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Landsbanki Føroya umsitur grunnin.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Í Tinganesi, 20. desember 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 12/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙