Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. desember 2023 Nr. 131
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om Straffeloven (Revsilógin)
(Innleiðandi ásetingar, vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligar ásetingar, treytir fyri revsingarbæri, brotsroynd og viðvirkan, revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar, revsingarnar, treytað fongsulsrevsing, samfelagstænasta, aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini, at áseta revsing og uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í revsilógini, sambært lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast…
Í revsilógini, sambært lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við lov nr. 740 frá 13. juni 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um revsing” 2. Heitið á Parti I “Almindelig Del.” verður strikað og í staðin verður sett: “Partur I Almennur partur” 3. Kapittul 1 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 1 Innleiðandi ásetingar
§ 1 Revsing kann bert verða áløgd fyri eina gerð, hvørs revsingarbæri er heimilað við lóg, ella sum…
Revsing kann bert verða áløgd fyri eina gerð, hvørs revsingarbæri er heimilað við lóg, ella sum fult og heilt kann javnsetast við eina slíka. Samsvarandi regla er galdandi fyri tær rættarfylgjur, sum nevndar eru í kapitli 9. Stk. 2. Gerð sambært stk. 1 fevnir eisini um undanlát, uttan so at tað øvuta greidliga verður sagt ella skilst av samanhanginum.
§ 2 Kapitlarnir 1-11 í hesi løgtingslóg eru galdandi fyri øll revsiverd viðurskifti, um ikki annað er…
Kapitlarnir 1-11 í hesi løgtingslóg eru galdandi fyri øll revsiverd viðurskifti, um ikki annað er ásett.” 4. Kapittul 2 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 2 Vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligar ásetingar
§ 3 Verður revsilóggáva broytt, eftir at gerðin er framd, men áðrenn avgerðin fyri hana fellur,…
Verður revsilóggáva broytt, eftir at gerðin er framd, men áðrenn avgerðin fyri hana fellur, verður spurningurin um revsing og revsingarbæri avgjørdur eftir teirri nýggju lógini, tó at avgerðin harvið ikki má vera harðari enn eftir teirri gomlu. Er lógin sett úr gildi av uttanífrá komandi orsøkum, sum eru óviðkomandi fyri revsiábyrgdina, skal gerðin metast eftir gomlu lógini. Stk. 2. Um revsingarbærið fyri eina gerð dettur burtur við lóg á annan hátt enn soleiðis, sum nevnt er í stk. 1, 2. pkt., dettur eisini burtur tann fyri gerðina ídømda, men ikki fullgjørda revsingin. Tann dømdi kann krevja, at átaluvaldið leggur spurningin um, hvørt revsingin skal fella burtur, fyri tann rættin, sum dømdi í málinum fyrstu ferð. Avgerðin verður tikin við úrskurði.
§ 4 Hvørt tann revsiverda gerðin skal hava við sær tær rættarfylgjur, sum eru nevndar í §§ 56-61,…
Hvørt tann revsiverda gerðin skal hava við sær tær rættarfylgjur, sum eru nevndar í §§ 56-61, 62-70, 73 og 79, verður avgjørt eftir teirri lóg, sum er galdandi, tá ið avgerðin fellur. Stk. 2. Um ikki annað er ásett, kunnu aðrar rættarfylgjur av gerðini bert koma upp á tal, um heimild eisini var fyri tí í teirri lóggávu, sum var galdandi, tá ið gerðin varð framd. Stk. 3. Ásetingin í § 3, stk. 2, er somuleiðis galdandi fyri aðrar rættarfylgjur av gerðini enn revsing, um tær vóru treytaðar av, at gerðin var revsingarbær.
§ 5 Tá ið herd revsing ella aðrar rættarfylgjur eru fyriskrivaðar í endurtøkuførum, verða avgerðir,…
Tá ið herd revsing ella aðrar rættarfylgjur eru fyriskrivaðar í endurtøkuførum, verða avgerðir, sum eru tiknar eftir áður galdandi rætti, eftir sínum innihaldi tiknar við eins og avgerðir eftir teirri lóg, sum tann aktuella gerðin verður dømd eftir.
§ 6 Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar
Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar: 1) í tí øki, sum tann til eina og hvørja tíð galdandi heimarættur í Føroyum fevnir um, 2) á fari, sum er skrásett í hesum øki, og sum er á øki hjá fremmandum myndugleika, av persóni, sum er knýttur at ella sum er ferðandi við farinum, ella 3) á fari skrásett í hesum øki, sum er uttan fyri eitt myndugleikaøki.
§ 7 Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar á øki hjá fremmandum myndugleika, av einum…
Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar á øki hjá fremmandum myndugleika, av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella hevur líknandi fast uppihald í hesum øki, um: 1) gerðin eisini er revsiverd sambært lógini á gerningsstaðnum, tað er tvífalt revsingarbæri, ella 2) gerningsmaðurin eisini í gerningsløtuni hevur nevnda tilknýtið til økið, og gerðin: a) fevnir um kynsliga misnýtslu av børnum, menniskjahandil ella kvinnuliga umskering, ella b) verður gjørd ímóti onkrum, sum í gerningsløtuni hevur nevnda tilknýtið til økið. Stk. 2. Revsimyndugleikin fevnir eisini um gerðir, ið verða framdar uttan fyri eitt myndugleikaøki av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni hevur eitt tílíkt tilknýti til øki, sum lýst í stk. 1, um slíkar gerðir kunnu hava við sær harðari revsing enn 4 mánaða fongsul. Stk. 3. Stk. 1, nr. 1, og stk. 2 eru eisini galdandi fyri gerðir, ið verða framdar av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni hevur heimarætt ella er búsitandi í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki, og sum er staddur í tí í stk. 1 nevnda øki.
§ 7 a Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar á øki hjá fremmandum myndugleika, og sum eru…
Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar á øki hjá fremmandum myndugleika, og sum eru vendar ímóti persóni, sum í gerningsløtuni hevur tann í § 6 nevnda heimarætt og hevur bústað í tí øki, sum nevnt í § 6, ella hevur líknandi fast uppihald í hesum øki, um so er, at gerðin eisini er revsiverd sambært lóggávuni á gerningsstaðnum, tað er tvífalt revsingarbæri, og sambært føroyskari lóggávu kann geva revsing við fongsli í minst 6 ár. Stk. 2. Revsing sambært stk. 1 er treytað av, at gerðin fevnir um: 1) tilætlað dráp, 2) grovan harðskap, frælsistøku ella rán, 3) alvandasom brotsverk, 4) kynsligt brotsverk ella blóðskemd, ella 5) kvinnuliga umskering. Stk. 3. Føroyskur revsimyndugleiki fevnir eisini um gerðir, ið verða framdar uttan fyri eitt myndugleikaøki, og sum eru vendar ímóti persóni, sum í gerningsløtuni hevur eitt tílíkt tilknýti til økið, sum lýst er í stk. 1, um slíkar gerðir kunnu geva harðari revsing enn 4 mánaða fongsul.
§ 7 b Tá ið revsimyndugleikin mótvegis einum løgfrøðiligum persóni er treytaður av tvífaldum…
Tá ið revsimyndugleikin mótvegis einum løgfrøðiligum persóni er treytaður av tvífaldum revsingarbæri, er tað ikki neyðugt, at lóggávan á gerningsstaðnum heimilar revsiábyrgd fyri ein løgfrøðiligan persón.
§ 8 Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda øki uttan mun…
Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda øki uttan mun til, hvar gerningsmaðurin eigur heima, tá ið: 1) gerðin skerjir sjálvræði, trygd, stýrisskipan ella almennar myndugleikar í tí í § 6 nevnda øki, herundir sjálvsavgerðarrætt og stýrisskipan Føroya, ella eina embætisskyldu móti tí lóggevandi, útinnandi ella dømandi valdi í tí í § 6 nevnda øki, 2) gerðin skerjir áhugamál, hvørs rættarvernd í tí í § 6 nevnda øki treytar eitt serligt tilknýti til hetta, 3) gerðin skerjir eina skyldu, sum tað sambært lóg er álagt gerningsmanninum at halda í útlondum, 4) gerðin skerjir eina tænastuskyldu, sum áliggur gerningsmanninum mótvegis fari, sum er skrásett í tí í § 6 nevnda øki, 5) gerðin er fevnd av millumtjóða áseting, sum áleggur tað í § 6 nevnda økið at kunna revsa, ella 6) sýtt verður fyri at útflýggja skuldsettan til rættarsókn í øðrum landi, og gerðin, um hon er framd á fremmandum myndugleikaøki, er revsiverd sambært lóggávuni á gerningsstaðnum, tað er tvífalt revsingarbæri, og gerðin sambært føroyskari lóggávu kann geva fongsul í minst 1 ár.
§ 8 a Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, tá ið tær…
Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, tá ið tær eru av slíkum slag, at tær koma undir reglugerðina hjá Millumtjóða revsidómstólinum, og tær verða framdar av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni: 1) hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella líknandi fast uppihald í økinum, ella 2) er staddur í økinum.
§ 8 b Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda øki, tá ið tær…
Revsimyndugleikin fevnir um gerðir, ið verða framdar uttan fyri tað í § 6 nevnda øki, tá ið tær koma undir § 183 a og verða framdar av einum persóni, sum í skuldsetingarløtuni: 1) hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella líknandi fast uppihald í økinum, ella 2) er staddur í økinum. Stk. 2. Rættarsókn fyri gerðir eftir stk. 1 kann eisini fevna um brot á §§ 237 og 244-248, sum eru framd í sambandi við brot á § 183 a.
§ 9 Gerðir verða roknaðar sum framdar, har sum gerningsmaðurin var, tá ið gerðin varð framd. Fyri…
Gerðir verða roknaðar sum framdar, har sum gerningsmaðurin var, tá ið gerðin varð framd. Fyri løgfrøðiligar persónar verða gerðir roknaðar sum framdar, har sum tann ella tær gerðir, sum hava við sær ábyrgd hjá tí løgfrøðiliga persóninum, eru framdar. Stk. 2. Um revsingarbærið fyri eina gerð er treytað av ella verður ávirkað av eini fylgju, sum er hend ella ætlað, verður gerðin eisini at rokna sum framd, har sum virknaðurin er, ella har gerningsmaðurin hevði tilætlan um, at virknaðurin skuldi verða. Stk. 3. Brotsroyndir og viðvirkan verða roknaðar sum framdar í tí í § 6 nevnda øki, um gerningsmaðurin var í økinum, tá ið gerðin varð framd, sama um lógarbrotið verður fullgjørt ella er ætlað at verða fullgjørt uttan fyri økið. Stk. 4. Tá ið partur av lógarbroti er framdur í tí í § 6 nevnda øki, er lógarbrotið í síni heild at rokna sum framt í økinum.
§ 9 a Eitt lógarbrot, sum viðvíkur teksttilfari, ljóðtilfari ella myndatilfari o.ø., sum í útlondum er…
Eitt lógarbrot, sum viðvíkur teksttilfari, ljóðtilfari ella myndatilfari o.ø., sum í útlondum er gjørt alment atkomuligt í tí í § 6 nevnda øki ígjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar, verður roknað sum framt í økinum, um tilfarið hevur serligt samband við økið.
§ 10 Við rættarsókn í Føroyum skal avgerðin um bæði revsing og aðrar rættarfylgjur verða tikin eftir…
Við rættarsókn í Føroyum skal avgerðin um bæði revsing og aðrar rættarfylgjur verða tikin eftir føroyskari lóggávu. Stk. 2. Tá ið revsing er treytað av tvífaldum revsingarbæri, kann ikki verða dømd harðari revsing, enn heimilað í lóggávuni á gerningsstaðnum.
§ 10 a Ein persónur, sum hevur fingið revsidóm uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, kann ikki verða…
Ein persónur, sum hevur fingið revsidóm uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, kann ikki verða rættarsøktur í Føroyum fyri somu gerð, tá ið hetta er útilokað sambært millumtjóða skyldum um at viðurkenna rættargildið av revsidómum. Stk. 2. Í øðrum førum kann persónur, sum hevur fingið revsidóm uttan fyri tað í § 6 nevnda økið, ikki verða rættarsøktur í Føroyum fyri somu gerð, um: 1) persónurin er endaliga fríkendur, 2) revsiatgerðin er fullgjørd, er undir fullgerð ella er burturdottin sambært lóggávuni í dómslandinum, ella 3) persónurin er funnin sekur, uttan at revsiatgerð er ásett. Stk. 3. Stk. 2 er ikki galdandi, tá ið: 1) útlendski revsidómurin viðvíkur gerðum, sum: a) eru at rokna sum framdar í tí í § 6 nevnda øki sambært § 9 ella § 9 a, ella b) eru fevndar av § 7, stk. 1, nr. 2, ella § 8, nr. 1 ella 2, 2) rættarsóknin fer fram í Føroyum sambært § 1010 í rættargangslógini, ella 3) viðurkenning av útlendska revsidóminum eyðsýniliga ikki er sambærilig við føroyskar rættargrundreglur. Stk. 4. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 3, nr. 1, kann rættarsókn ikki fara fram í Føroyum, um rættarsókn í dómslandinum er framd eftir áheitan frá ákæruvaldinum í tí í § 6 nevnda økinum.
§ 10 b Verður persónur rættarsøktur, sum uttan fyri tað í § 6 nevnda økið hevur fingið revsiatgerð fyri…
Verður persónur rættarsøktur, sum uttan fyri tað í § 6 nevnda økið hevur fingið revsiatgerð fyri somu gerð, skal revsiatgerðin, sum verður givin í Føroyum, verða lækkað í mun til, hvussu stórur partur av útlendsku revsiatgerðini er fullgjørdur.
§ 11 Er ein persónur, sum hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella…
Er ein persónur, sum hevur tann í § 6 nevnda heimarætt, hevur bústað í tí í § 6 nevnda øki ella líknandi fast uppihald í hesum, revsaður í einum fremmandum landi fyri eina gerð, sum sambært føroyskari lóggávu kann hava við sær frádøming ella miss av kalli ella vinnu ella øðrum rættindum, kann slík frádøming henda eftir almennari átalu her á landi.
§ 12 Viðurkend undantøk í fólkarættinum kunnu hava við sær avmarking í §§ 6-11
Viðurkend undantøk í fólkarættinum kunnu hava við sær avmarking í §§ 6-11.” 5. Kapittul 3 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 3 Treytir fyri revsingarbæri
§ 13 Gerðir, sum eru framdar í neyðverju, eru revsifríar, um tær vóru neyðugar fyri at standa ímóti…
Gerðir, sum eru framdar í neyðverju, eru revsifríar, um tær vóru neyðugar fyri at standa ímóti ella forða fyri einum av órøttum byrjaðum ella hóttandi álopi, og tær eyðsýniliga ikki fara út um tað, sum er ráðiligt í mun til, hvussu vandamikið álopið er, hvør tað er, sum loypur á, og týdningin á tí álopna rættargóðanum. Stk. 2. Fer nakar út um mark fyri lógliga neyðverju, verður hann tó revsifríur, um tað er rímiliga grundað út frá teirri ræðslu ella øsing, ið álopið hevði við sær. Stk. 3. Somu reglur eru galdandi fyri gerðir, sum eru neyðugar fyri á lógligan hátt at síggja til, at lóglig boð verða fylgd, at lógligar handtøkur kunnu fara fram ella forða fyri, at fangar ella tvingsilssettir persónar taka til rýmingar.
§ 14 Ein gerð, sum annars hevði verið revsiverd, verður ikki revsað, um hon var neyðug til tess at…
Ein gerð, sum annars hevði verið revsiverd, verður ikki revsað, um hon var neyðug til tess at forða fyri hóttandi skaða á persón ella góðs, og lógarbrotið verður mett at hava lutfalsliga lítið uppá seg.
§ 15 Gerðir, framdar av børnum undir 15 ár, verða ikki revsaðar
Gerðir, framdar av børnum undir 15 ár, verða ikki revsaðar.
§ 16 Persónar, sum í gerningsløtuni vóru ósaknæmir orsakað av sinnissjúku ella eini støðu, sum kann…
Persónar, sum í gerningsløtuni vóru ósaknæmir orsakað av sinnissjúku ella eini støðu, sum kann javnmetast við sinnissjúku, verða ikki revsaðir. Sama er galdandi fyri persónar við munandi menningartarni. Var gerningsmaðurin orsakað av rúsdrekka ella øðrum rúsevni fyribils sinnissjúkur ella í eini støðu, sum kann javnmetast við sinnissjúku, kann revsing tó vera áløgd, um serligar umstøður tala fyri tí. Stk. 2. Persónar, sum í gerningsløtuni vóru menningartarnaðir í minni mun, verða ikki revsaðir, um ikki serligar umstøður tala fyri tí. Sama er galdandi fyri persónar, sum vóru í einari støðu, sum fult og heilt kann javnmetast við menningartarn. §§ 17-18. (Strikaðar).
§ 19 Ósketni verður bert revsað fyri lógarbrot sambært hesi løgtingslóg, tá hetta er serliga heimilað.…
Ósketni verður bert revsað fyri lógarbrot sambært hesi løgtingslóg, tá hetta er serliga heimilað. Fyri onnur lógarbrot kunnu viðkomandi revsireglur nýtast, eisini tá ið lógarbrotið er gjørt av ósketni, um ikki tað øvuta er serliga heimilað.
§ 20 Har ið revsing ella herd revsing eru treytaðar av, at eitt tilætlað lógarbrot hevur eina ávísa…
Har ið revsing ella herd revsing eru treytaðar av, at eitt tilætlað lógarbrot hevur eina ávísa ótilætlaða fylgju, verður henda revsing bert givin, um slík fylgja kann ábyrgjast ósketni hjá gerningsmanninum, ella at hann hevur latið vera við eftir førimuni at forða fyri fylgjuni, eftir at hann er vorðin varur við vandan.” 6. Kapittul 4 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 4 Brotsroynd og viðvirkan
§ 21 Gerðir, sum miða eftir at fremja ella elva til útinningina av einum brotsverki, verða, tá ið…
Gerðir, sum miða eftir at fremja ella elva til útinningina av einum brotsverki, verða, tá ið brotsverkið ikki verður fullført, revsaðar sum brotsroyndir. Stk. 2. Ásetta revsingin fyri lógarbrotið kann minka, tá ið talan er um brotsroynd, serliga um brotsroyndin ber brá av vantandi styrki ella treysti í brotsligu tilætlanini. Stk. 3. Er ikki annað ásett, verður brotsroynd bert revsað, um tað fyri lógarbrotið kann dømast ein revsing, sum er meira enn 4 mánaða fongsul.
§ 22 Brotsroynd verður ikki revsað, tá ið gerningsmaðurin sjálvboðin og ikki orsakað av tilvildarligum…
Brotsroynd verður ikki revsað, tá ið gerningsmaðurin sjálvboðin og ikki orsakað av tilvildarligum forðingum fyri at útinna gerðina ella fyri at røkka tí við gerðini ætlaða endamálinum: 1) letur vera við at fremja gerðina, 2) forðar fyri fullgerðini, ella 3) fremur gerðir, sum vildu havt forðað fyri fullgerðingini, um hon ikki, honum ókunnugt, var miseydnað ella á annan hátt forðað.
§ 23 Revsiásetingin fyri eitt lógarbrot fevnir um øll, sum við tileggjan, ráði ella verki hava…
Revsiásetingin fyri eitt lógarbrot fevnir um øll, sum við tileggjan, ráði ella verki hava viðvirkað til gerðina. Revsingin kann minka fyri tann, sum bert hevur viljað givið minni týðandi hjálp ella styrkt um eina longu verandi tilætlan. Revsingin kann eisini minka, tá ið brotsverkið ikki er fullgjørt, ella tá ið ein ætlað viðvirkan er miseydnað. Stk. 2. Revsingin kann eisini minka fyri tann, sum viðvirkar til brot á samband við serligum skyldum, men sjálvur stendur uttan fyri hetta. Stk. 3. Um ikki annað er ásett, kann revsing fyri viðvirkan til lógarbrot, sum ikki hava við sær harðari revsing enn 4 mánaða fongsul, detta burtur, um tann viðvirkandi bert hevur viljað givið minni týðandi hjálp ella styrkt um eina longu verandi tilætlan, og um viðvirkan hansara kemst av ósketni.
§ 24 Tann viðvirkandi verður ikki revsaður, um hann sambært teimum treytum, ið eru nevndar í § 22,…
Tann viðvirkandi verður ikki revsaður, um hann sambært teimum treytum, ið eru nevndar í § 22, forðar fyri fullgerðini ella fremur gerðir, sum vildu havt forðað fyri fullgerðini, um hon ikki, honum ókunnugt, var miseydnað ella á annan hátt forðað.” 7. Kapittul 5 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 5 Revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar
§ 25 Ein løgfrøðiligur persónur kann verða revsaður við sekt, tá ið tað er ásett við lóg ella við…
Ein løgfrøðiligur persónur kann verða revsaður við sekt, tá ið tað er ásett við lóg ella við heimild í lóg.
§ 26 Um ikki annað er ásett, fevna ásetingarnar um revsiábyrgd hjá feløgum o.ø. um ein og hvønn…
Um ikki annað er ásett, fevna ásetingarnar um revsiábyrgd hjá feløgum o.ø. um ein og hvønn løgfrøðiligan persón, herímillum partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg, íognarfeløg, feløg, grunnar, búgv, kommunur, landsmyndugleikar og ríkismyndugleikar. Stk. 2. Harumframt fevna slíkar ásetingar eisini um einstaklingsfyritøkur, um tær serliga í stødd og bygnaði kunnu javnsetast við feløg, sum eru nevnd í stk. 1.
§ 27 Revsiábyrgd hjá løgfrøðiligum persóni er treytað av, at tað innan fyri virksemi hansara er framt…
Revsiábyrgd hjá løgfrøðiligum persóni er treytað av, at tað innan fyri virksemi hansara er framt eitt brot, sum kann ábyrgjast einum ella fleiri persónum, sum hava tilknýti til tann løgfrøðiliga persónin, ella tí løgfrøðiliga persóninum í sjálvum sær. Fyri revsing fyri brotsroyndir verður § 21, stk. 3, at nýta á sama hátt. Stk. 2. Landsmyndugleikar, ríkismyndugleikar og kommunur kunnu bert revsast fyri brot, sum verða gjørd í sambandi við virksemi, sum svarar til ella kann javnsetast við virksemi hjá privatum. §§ 28-30. (Strikaðar).” 8. Kapittul 6 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 6 Revsingarnar
§ 31 Vanligu revsingarnar eru fongsul og sekt
Vanligu revsingarnar eru fongsul og sekt.
§ 32 (Strikað)
(Strikað).
§ 33 Fongsul verður dømt upp á lívstíð ella tíð, sum ikki er undir 7 dagar og ikki yvir 16 ár
Fongsul verður dømt upp á lívstíð ella tíð, sum ikki er undir 7 dagar og ikki yvir 16 ár. Stk. 2. Í førum, har tað er heimild til at herða ta revsing, sum er ásett fyri eitt lógarbrot, kann tað kortini verða dømt fongsul upp til 20 ár. Stk. 3. Gerningsmaður, sum ikki var fyltur 18 ár, tá ið gerðin varð framd, kann ikki verða dømdur í fongsul upp á lívstíð. Stk. 4. Fongsulsrevsing styttri enn 3 mánaðir verður ásett í døgum, annars í mánaðum og árum. §§ 34-39. (Strikaðar).
§ 40 Fremur ein, sum er royndarleyslatin, nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og verða…
Fremur ein, sum er royndarleyslatin, nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og verða rættargangsstig tikin, áðrenn royndartíðin er úti, har tann royndarleyslatni verður skuldsettur fyri hesi viðurskifti, tekur rætturin avgerð í samsvari við § 61, stk. 2, soleiðis at írestandi revsingin verður javnsett við treytaðan dóm. Hevur royndarleyslating, sambært § 79 d, stk. 3 ella 4 í lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., havt við sær fylgistreytir um samfelagstænastu, skal við ásetingini av felagsrevsingini havast fyrilit fyri vavinum av útintu samfelagstænastuni. §§ 40 a-41. (Strikaðar).
§ 42 Fremur ein persónur, sum er royndarleyslatin frá at sita lívstíðarrevsing sambært § 79 e í lov…
Fremur ein persónur, sum er royndarleyslatin frá at sita lívstíðarrevsing sambært § 79 e í lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, kann rætturin við dómi gera av, at viðkomandi skal inn aftur at sita lívstíðarrevsingina. Rættargangsstig skulu tó verða tikin, áðrenn royndartíðin er úti, har tann royndarleyslatni verður skuldsettur fyri hesi viðurskifti. Stk. 2. Tá ið umstøðurnar tala fyri tí, kann rætturin í staðin bert døma revsing fyri nýggja lógarbrotið, møguliga saman við eini broyting av fylgistreytunum fyri royndarleyslatingini.
§ 43 (Strikað)
(Strikað).
§ 44 Løgmálaráðharrin kann áseta reglur um møguleikan at kæra avgerðir, sum eru tiknar sambært §§ 40…
Løgmálaráðharrin kann áseta reglur um møguleikan at kæra avgerðir, sum eru tiknar sambært §§ 40 og 42, herímillum um, at avgerðirnar ikki kunnu verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika. Løgmálaráðharrin kann í hesum sambandi áseta reglur um kærufreistir, viðgerð av kærumálum og um steðgandi virknað av kærum. §§ 45-49. (Strikaðar).
§ 50 Sektir fella til ríkiskassan
Sektir fella til ríkiskassan. Stk. 2. Sekt kann verða dømd sum ískoytisrevsing til annað revsingarslag, tá ið tann ákærdi við lógarbrotinum hevur fingið ella hevur miðað eftir at fingið fíggjarligan vinning til sín sjálvs ella onnur. Stk. 3. Tann sektaði kann ikki krevja, at sektin verður goldin ella endurgoldin av øðrum.
§ 51 Tá ið sekt sambært hesi løgtingslóg verður dømd, ella tikið verður við sekt í rættinum, verður…
Tá ið sekt sambært hesi løgtingslóg verður dømd, ella tikið verður við sekt í rættinum, verður sektarrevsing ásett í dagsektum. Hetta er tó ikki galdandi fyri sekt, sum verður ásett sum ískoytisrevsing til aðra rættarfylgju. Stk. 2. Talið á dagsektum verður við atliti at slagnum á lógarbrotinum og at teimum í § 80 nevndu umstøðum ásett til í minsta lagi 1 og í mesta lagi 60 dagsektir. Stk. 3. Dagsektin verður ásett til eina upphædd, sum svarar til miðal dagsinntøkuna hjá tí sektaða, tó at tað í hesum sambandi eigur at vera havt fyrilit fyri lívsumstøðum sektaða, herímillum ogn hansara, uppihaldsskyldum og øðrum viðurskiftum, sum ávirka gjaldførleikan. Dagsektin kann tó ikki ásetast til eina minni upphædd enn 2 kr. Stk. 4. Tá ið sekt skal verða ásett fyri brot, har viðkomandi hevur fingið ella hevur miðað eftir at fingið munandi fíggjarligan vinning til sín sjálvs ella onnur, og nýtslan av dagsekt hevur við sær, at sektarupphæddin verður ásett lægri enn tað, sum verður hildið at vera rímiligt í mun til støddina á vinninginum, sum antin er fingin ella kundi verið fingin við lógarbrotinum, kann rætturin tó í staðin fyri dagsekt nýta aðra sektarrevsing. Stk. 5. Tá ið onnur sektarrevsing verður ásett, skal innan fyri tey mørk, sum atlitið at slagnum á lógarbrotinum og at teimum í § 80 nevndu umstøðum loyvir, serliga havast fyrilit fyri gjaldførleikanum hjá tí seka og tann vinning ella ta sparing, sum er fingin ella kundi havt verið fingin. Stk. 6. Løgreglan kann hjá øðrum almennum myndugleikum útvega upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at áseta sektarupphæddina. Frá skráum, sum almennir myndugleikar halda, herímillum skráum hjá dómstólum, kann løgreglan eisini krevja upplýsingar um viðurskifti hjá viðkomandi, sum verða hildin at hava týdning fyri áseting av sektini. Upplýsingarnar verða latnar skrivliga ella við beinleiðis dátuflutningi.
§ 52 (Strikað)
(Strikað).
§ 53 Verður sekt ikki goldin, verður í staðin nýtt umskiftisrevsing við fongsli
Verður sekt ikki goldin, verður í staðin nýtt umskiftisrevsing við fongsli.
§ 54 Tá ið sekt verður dømd, ella tikið verður við sekt í rættinum, avger rætturin samstundis, sum…
Tá ið sekt verður dømd, ella tikið verður við sekt í rættinum, avger rætturin samstundis, sum hann ásetir sektina, longdina á umskiftisrevsingini. Er sektin ásett sum dagsekt, skal í útrokningini av umskiftisrevsingini ansast eftir, at 1 dags fongsul svarar til 1 dagsekt, tó at umskiftisrevsing kann ikki vera minni enn 2 dagar. Er sektin ásett á annan hátt, kann umskiftisrevsingin ikki vera minni enn 2 dagar og ikki longri enn 60 dagar. Í serligum førum kann umskiftisrevsingin tó hækka upp til 9 mánaðir. Stk. 2. Er partur av sektini goldin, verður umskiftisrevsingin minkað lutfalsliga, tó soleiðis, at partur av degi verður at rokna sum heilur dagur, og at umskiftisrevsingin ikki kann minkast meira enn omanfyri nevndu minstutíð. Er partur av sektini sitin, og restin er í boði at verða goldin, verður í útrokningini av hesi rest einans taldir við teir heilu dagar, sum umskiftisrevsingin er sitin. Stk. 3. Tá løgfrøðiligir persónar verða dømdir sekt, verður eingin umskiftisrevsing ásett.
§ 55 Sektir upp á 10.000 kr. ella minni, sum tikið er við eftir fráboðan frá løgregluni, verða at sita…
Sektir upp á 10.000 kr. ella minni, sum tikið er við eftir fráboðan frá løgregluni, verða at sita soleiðis: 1) Sekt millum 0 og 499 kr. verður at sita 2 dagar. 2) Sekt millum 500 og 999 kr. verður at sita 4 dagar. 3) Sekt millum 1.000 og 3.999 kr. verður at sita 6 dagar. 4) Sekt millum 4.000 og 5.999 kr. verður at sita 8 dagar. 5) Sekt millum 6.000 og 10.000 kr. verður at sita 10 dagar Stk. 2. Fyri aðra sekt, sum ikki er dømd ella tikið er við í rættinum, verður umskiftisrevsingin ásett av Føroya Rætti. Stk. 3. Ásetingarnar í § 54, stk. 1, fjórða punktum, og stk. 2, eru somuleiðis galdandi.” 9. Kapittul 7 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 7 Treytað fongsulsrevsing
§ 56 Heldur rætturin, at ikki er neyðugt at fullgera fongsulsrevsing, verður ásett í dóminum, at…
Heldur rætturin, at ikki er neyðugt at fullgera fongsulsrevsing, verður ásett í dóminum, at fullgerðin verður útsett og dettur burtur, tá ið royndartíðin er úti. Stk. 2. Útsetingin er treytað av, at tann dømdi ikki fremur revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og at hann heldur tær fylgistreytir, sum eru givnar sambært § 57. Rætturin ásetir royndartíðina, sum vanliga ikki kann vera meira enn 3 ár. Undir serligum umstøðum kann tó verða ásett ein royndartíð í upp til 5 ár.
§ 57 Rætturin kann sum fylgistreyt fyri útsetingini áseta, at tann dømdi skal vera undir umsjón alla…
Rætturin kann sum fylgistreyt fyri útsetingini áseta, at tann dømdi skal vera undir umsjón alla royndartíðina ella ein part av henni. Harumframt kann rætturin áseta aðrar fylgistreytir, sum verða hildnar at vera gagnligar, herímillum at tann dømdi: 1) Heldur serligar ásetingar um uppihaldsstað, arbeiði, útbúgving, frítíðarnýtslu ella samveru við ávísar persónar. 2) Er í egnaðum heimi ella stovni; fyri slíkt uppihald verður í dóminum ásett ein mestatíð, sum vanliga ikki kann vera meira enn 1 ár. 3) Heldur seg frá at misnýta rúsdrekka, rúsevni ella líknandi heilivág. 4) Gevur seg undir avvenjingarviðgerð fyri misnýtslu av rúsdrekka, rúsevni ella líknandi heilivági, um neyðugt á sjúkrahúsi ella á serligum stovni. 5) Gevur seg undir skipaða rúsdrekkaviðgerð, sum er undir eftirliti, og sum varir í minst 1 ár. 6) Gevur seg undir psykiatriska viðgerð, um neyðugt á sjúkrahúsi. 7) Ger eftir ásetingum hjá umsjónarmyndugleikanum um avmarkað ræði á inntøku og ogn og um at lúka fíggjarligar skyldur. 8) Rindar endurgjald fyri tap, sum lógarbrotið hevur elvt til. 9) Eftir avgerð hjá barnaverndarnevndini gevur seg undir fyriskipanir sambært § 15 í løgtingslóg um barnavernd, møguliga av neyvari ásettum slag, og ger eftir teimum reglum, sum barnaverndarnevndin upplýsir fyri viðkomandi.
§ 58 Verður treytaleys fongsulsrevsing hildin at vera neyðug, men tala upplýsingarnar um persónligu…
Verður treytaleys fongsulsrevsing hildin at vera neyðug, men tala upplýsingarnar um persónligu viðurskiftini hjá tí ákærda fyri treytaðum dómi sambært § 56, kann rætturin áseta, at ein partur av skyldugu revsingini, tó í mesta lagi 6 mánaðir, skal fullgerast, meðan dómurin aðramáta verður treytaður. Stk. 2. Í sambandi við treytaðan dóm kann sekt verða dømd, hóast heimild ikki er fyri slíkari revsing fyri viðkomandi lógarbrot.
§ 59 Tær fylgistreytir, sum ásettar eru sambært § 57, kunnu seinni verða broyttar ella settar úr gildi…
Tær fylgistreytir, sum ásettar eru sambært § 57, kunnu seinni verða broyttar ella settar úr gildi við rættarúrskurði eftir áheitan frá ákæruvaldinum ella tí dømda. Áheitan frá tí dømda verður sett fram fyri ákæruvaldinum, ið sum skjótast leggur málið fyri rættin. Verður áheitanin frá tí dømda ikki eftirlíkað, kann hann ikki seta nýggja áheitan fram fyrr enn hálvt ár eftir, at úrskurðurin er sagdur. Stk. 2. Spurningarnir, sum eru nevndir í stk. 1, verða lagdir fyri Føroya Rætt.
§ 60 Brýtur tann dømdi fylgistreytir, sum eru ásettar sambært § 57, kann rætturin í tí sambandi
Brýtur tann dømdi fylgistreytir, sum eru ásettar sambært § 57, kann rætturin í tí sambandi: 1) Geva ávaring. 2) Við úrskurði broyta fylgistreytirnar og leingja um royndartíðina innan fyri ta mestutíð, sum ásett er í § 56, stk. 2. 3) Við dómi taka avgerð um, at fongsulsrevsingin skal fullgerast. § 58, stk. 1, er somuleiðis galdandi. Stk. 2. Fyri rættaravgerðir, sum eru nevndar í stk. 1, er § 59, stk. 2, somuleiðis galdandi.
§ 61 Verða, áðrenn royndartíðin er úti, tikin rættargangsstig móti tí dømda, har hann verður…
Verða, áðrenn royndartíðin er úti, tikin rættargangsstig móti tí dømda, har hann verður skuldsettur fyri revsiverd viðurskifti, sum eru framd áðrenn tann treytaða dómin, ásetir rætturin rættarfylgjuna fyri hendan tilburðin og tað áður dømda lógarbrotið. Stk. 2. Fremur tann dømdi nýggj revsiverd viðurskifti í royndartíðini, og verða, áðrenn royndartíðin er úti, tikin rættargangsstig, har hann verður skuldsettur fyri tilburðin, ásetir rætturin treytaleysa revsing ella aðra rættarfylgju fyri hendan tilburðin og tað áður dømda lógarbrotið. Ásetingarnar í § 88, stk. 2-4, eru somuleiðis galdandi. Tá ið umstøðurnar tala fyri tí, kann rætturin í staðin: 1) døma treytaleysa revsing einans fyri nýggju tilburðirnar, møguliga saman við eini broyting av fylgistreytunum í treytaða dóminum, ella 2) siga nýggjan treytaðan dóm fyri bæði lógarbrotini ella bert fyri nýggja tilburðin í samsvari við reglurnar í hesum ella næsta kapitli.
§ 61 a (Strikað)
(Strikað).” 10. Kapittul 8 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 8 Samfelagstænasta
§ 62 Verður treytaður dómur eftir reglunum í §§ 56 og 57 hildin at vera ónøktandi, kann rætturin, um…
Verður treytaður dómur eftir reglunum í §§ 56 og 57 hildin at vera ónøktandi, kann rætturin, um tann ákærdi verður mettur at vera egnaður til tess, døma treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu. Stk. 2. Avgerðin um at útseta fullgerðina av fongsulsrevsing verður tikin eftir reglunum í § 56, stk. 1. Stk. 3. Útsetingin verður treytað av, at tann dømdi ikki fremur revsiverd viðurskifti í einari royndartíð, og at hann heldur tær fylgistreytir, sum eru settar sambært § 63.
§ 63 Sum fylgistreyt fyri at útseta fongsulsrevsing verður ásett, at tann dømdi skal gera ólønta…
Sum fylgistreyt fyri at útseta fongsulsrevsing verður ásett, at tann dømdi skal gera ólønta samfelagstænastu í minsta lagi 30 og í mesta lagi 300 tímar. Samfelagstænastan skal verða útint innan fyri eina mestutíð, sum verður ásett í mun til tímatalið. Stk. 2. Mestatíðin, sum er ásett sambært stk. 1, kann verða longd av umsjónarmyndugleikanum, um serligar orsakir tala fyri tí, tó ikki út yvir royndartíðina. Avgerðin hjá umsjónarmyndugleikanum um at leingja mestutíðina verður løgd fyri rættin eftir umbøn frá tí dømda. Stk. 3. Í dóminum verður ásett royndartíð upp á í mesta lagi 2 ár. Er treytaða fongsulsrevsingin ásett at vera í mesta lagi 3 mánaðir, heldur royndartíðin uppat, tá ið mestatíðin at gera samfelagstænastu er runnin. Stk. 4. Tann dømdi skal vera undir umsjón í royndartíðini. Rætturin kann harumframt, um tað verður hildið at vera gagnligt, áseta fylgistreytir, sum eru nevndar í § 57. Umsjónin endar, og møguligar fylgistreytir sambært § 57 detta burtur, tá ið mestatíðin at gera samfelagstænastu er runnin, um ikki annað er ásett í dóminum.
§ 64 Í sambandi við treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu kann verða dømd treytaleys…
Í sambandi við treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu kann verða dømd treytaleys fongsulsrevsing ella sekt eftir reglunum í § 58. Fongsulsrevsing ásett sambært § 58, stk. 1, kann tó ikki vera longri enn 3 mánaðir ella ein triðing av samlaðu fongsulsrevsingini.
§ 65 Ásetingarnar í § 59 um at broyta ella seta úr gildi fylgistreytir eru somuleiðis galdandi fyri…
Ásetingarnar í § 59 um at broyta ella seta úr gildi fylgistreytir eru somuleiðis galdandi fyri tær ásetingar, sum eru gjørdar sambært § 63.
§ 66 Heldur tann dømdi ikki fylgistreyt um samfelagstænastu ella aðra fylgistreyt, kann rætturin
Heldur tann dømdi ikki fylgistreyt um samfelagstænastu ella aðra fylgistreyt, kann rætturin: 1) taka avgerð um treytaleysa fongsulsrevsing fyri framda lógarbrotið, ella 2) áseta, at treytaði dómurin skal halda áfram, møguliga saman við eini leinging av mestutíðini fyri samfelagstænastu og av royndartíðini innan fyri tey mørk, sum eru ásett í § 63. Stk. 2. Tá ið treytaleys revsing verður ásett eftir stk. 1, nr. 1, kann § 58, stk. 1, nýtast. Ein treytað partrevsing eftir hesi áseting kemur tá í staðin fyri dómin um samfelagstænastu, og til hesa kunnu leggjast fylgistreytir sambært § 63, stk. 4. Uttan mun til hesar ásetingar kann í sambandi við framhaldandi samfelagstænastu verða dømd treytaleys fongsulsrevsing upp til 3 mánaðir. Stk. 3. Tá ið revsing verður ásett, skal fyrilit havast fyri vavinum av tí samfelagstænastu, tann dømdi hevur útint. Um tann dømda treytaða fongsulsrevsingin er ásett at vera longri enn 3 mánaðir, verður dømda samfelagstænastan mett at svara til tveir triðingar av treytaðu fongsulsrevsingini. Stk. 4. Avgerðir um at fullgera útsetta revsing verða tiknar við dómi. Aðrar avgerðir verða tiknar við úrskurði. § 59, stk. 2, er somuleiðis galdandi.
§ 67 Reglurnar í § 61 eru somuleiðis galdandi í málum um persónar, sum eftir ein treytaðan dóm við…
Reglurnar í § 61 eru somuleiðis galdandi í málum um persónar, sum eftir ein treytaðan dóm við fylgistreyt um samfelagstænastu verða skuldsettir fyri revsiverd viðurskifti, sum teir hava framt fyri ella eftir dómin. Stk. 2. Verður treytaleys partrevsing dømd eftir § 58, stk. 1, ella eftir § 61, stk. 2, nr. 1, kemur fyri restina av revsingini ein treytaður dómur sambært kapitli 7 í staðin fyri dómin til samfelagstænastu. Uttan mun til ásetingarnar í 1. pkt. kann í sambandi við framhaldandi samfelagstænastu verða dømd treytaleys fongsulsrevsing upp til 3 mánaðir. Stk. 3. § 66, stk. 3 er somuleiðis galdandi.” 11. Kapittul 9 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 9 Aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini
§ 68 Verður ein ákærdur persónur fríkendur fyri revsing sambært § 16, kann rætturin taka avgerð um at…
Verður ein ákærdur persónur fríkendur fyri revsing sambært § 16, kann rætturin taka avgerð um at nýta aðrar fyriskipanir, ið verða hildnar at vera gagnligar til at fyribyrgja fleiri lógarbrot. Stk. 2. Um minni víðfevndar fyriskipanir sum umsjón, ásetingar um uppihaldsstað ella arbeiði, avvenjingarviðgerð, psykiatrisk viðgerð o.a. ikki verða hildnar at vera nøktandi, kann avgerð takast um, at viðkomandi skal verða settur á sjúkrahús fyri sálarsjúk, á stovn fyri persónar, ið bera víðfevnandi sálarlig brek, ella undir umsjón við møguleika fyri fyrisitingarligari seting ella á egnað heim ella egnaðan stovn til serliga røkt ella umsorgan. Stk. 3. Seting í trygdarvarðhald kann gerast eftir teimum treytum, sum eru nevndar í § 70.
§ 68 a Hevur fyriskipan eftir § 68 ella § 72, samanber við § 68, við sær, at tann dømdi skal setast í…
Hevur fyriskipan eftir § 68 ella § 72, samanber við § 68, við sær, at tann dømdi skal setast í ein stovn, ella inniheldur fyriskipanin henda møguleika, verður ásett ein mestatíð upp á 5 ár fyri hesa fyriskipan. Mestatíðin fevnir eisini um fyriskipanir, sum verða ásettar seinni eftir § 72, samanber við § 68, og sum hava við sær linking av teirri fyriskipan, sum hevur verið higartil. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði áseta nýggja mestutíð upp á 2 ár. Stk. 2. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1, verður vanliga eingin mestatíð ásett, um tann dømdi verður funnin sekur í drápi, ráni, frælsistøku, grovum harðskapsbrotsverki, hóttanum av tí slagi, sum er nevnt í § 266, eldáseting, neyðtøku ella øðrum álvarsomum kynsligum brotsverki ella í roynd at fremja eitt av nevndu brotsverkum. Er eingin mestatíð ásett, leggur ákæruvaldið spurningin um at broyta ella endaliga at úrgilda fyriskipanina fyri rættin 5 ár eftir avgerðina, um spurningurin ikki hevur verið lagdur fyri rættin innan fyri tvey tey síðstu árini. Síðan verður spurningurin lagdur fyri rættin í minsta lagi annaðhvørt ár. Stk. 3. Í sambandi við aðrar fyriskipanir enn tær, sum eru nevndar í stk. 1, verður ásett ein mestatíð fyri fyriskipanina, sum ikki kann vera longri enn 3 ár. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði leingja mestutíðina. Samlaða tíðin fyri fyriskipanina kann ikki vera longri enn 5 ár.
§ 69 Var støðan hjá gerningsmanninum, tá ið revsiverda gerðin varð framd, treytað av vantandi menning,…
Var støðan hjá gerningsmanninum, tá ið revsiverda gerðin varð framd, treytað av vantandi menning, viknan ella ólagi í sálarliga virkisførinum, ið ikki er av slíkum slag, sum nevnt í § 16, kann rætturin, um tað verður hildið at vera gagnligt, í staðin fyri at døma revsing taka avgerð um fyriskipanir sambært § 68, stk. 2.
§ 69 a Hevur fyriskipan eftir § 69 við sær, at tann dømdi skal setast í ein stovn, ella inniheldur…
Hevur fyriskipan eftir § 69 við sær, at tann dømdi skal setast í ein stovn, ella inniheldur fyriskipanin henda møguleika, verður ásett ein mestatíð upp á 5 ár fyri hesa fyriskipan, og fyri stovnsuppihaldið verður ásett ein mestatíð á vanliga ikki longri enn 1 ár. Mestatíðin upp á 5 ár fevnir eisini um fyriskipanir, sum verða ásettar seinni eftir § 72, samanber við § 69 og § 68, stk. 2, og sum hava við sær linking av fyriskipani higartil. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði áseta nýggja mestutíð upp á 2 ár fyri fyriskipanina ella eina nýggja mestutíð fyri uppihaldið. Stk. 2. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1, verður tó vanliga eingin mestatíð ásett fyri fyriskipanina, um tann dømdi verður funnin sekur í drápi, ráni, frælsistøku, grovum harðskapsbrotsverki, hóttanum av tí slagi, sum nevnt er í § 266, eldáseting, neyðtøku ella øðrum álvarsomum kynsligum brotsverki ella í roynd at fremja eitt av nevndu brotsverkum. § 68 a, stk. 2, 2. og 3. pkt., eru somuleiðis galdandi. Stk. 3. Viðvíkjandi øðrum fyriskipanum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 1, verður ásett ein mestatíð, sum ikki kann vera longri enn 3 ár. Undir serligum umstøðum kann rætturin eftir umbøn frá ákæruvaldinum við úrskurði leingja mestutíðina. Samlaða tíðin fyri fyriskipanina kann ikki vera longri enn 5 ár.
§ 70 Persónur kann dømast í trygdarvarðhald, um
Persónur kann dømast í trygdarvarðhald, um: 1) hann verður funnin sekur í drápi, ráni, frælsistøku, grovum harðskapsbrotsverki, hóttanum av tí slagi, sum nevnt er í § 266 ella eldáseting ella í roynd at fremja eitt av nevndu brotsverkum, 2) tað eftir sermerkinum á framda tilburðinum og eftir upplýsingunum um hann persónliga, herímillum serliga um áður framdan kriminalitet, má roknast við, at hann hevur í sær nærliggjandi vanda fyri lívi, likami, heilsu ella frælsi hjá øðrum, og 3) mett verður, at neyðugt er við trygdarvarðhaldi í staðin fyri fongsli til at fyribyrgja hesum vanda. Stk. 2. Persónur kann eisini dømast í trygdarvarðhald, um: 1) hann verður funnin sekur í neyðtøku ella øðrum álvarsomum kynsligum brotsverki ella í roynd at fremja slíkt brotsverk, 2) tað eftir sermerkinum á framda tilburðinum og eftir upplýsingunum um hann persónliga, herímillum um áður framdan kriminalitet, má roknast við, at hann hevur í sær munandi vanda fyri lívi, likami, heilsu ella frælsi hjá øðrum, og 3) mett verður, at neyðugt er við trygdarvarðhaldi í staðin fyri fongsli til at fyribyrgja hesum vanda.
§ 71 Verður talan um at døma ein ákærdan til at verða settur á stovn ella í trygdarvarðhald eftir…
Verður talan um at døma ein ákærdan til at verða settur á stovn ella í trygdarvarðhald eftir reglunum í §§ 68-70, kann rætturin tilnevna honum ein stuðulsverja, helst ein av nærmastu avvarðandi hansara, ið saman við tilnevnda verjanum skal vera tí ákærda til hjálpar í málinum. Stk. 2. Er tann ákærdi dømdur til at verða settur á stovn ella í trygdarvarðhald sum nevnt í stk. 1, ella gevur avgerðin møguleika fyri slíkari setan, skal hann fáa stuðulsverja tilnevndan. Hesin skal halda seg kunnaðan um støðuna hjá tí dømda og ansa eftir, at uppihaldið og aðrar fyriskipanir ikki vara longur enn neyðugt. Tilnevningin steðgar, tá ið fyriskipanin verður endaliga úrgildað. Stk. 3. Løgmálaráðharrin ásetir neyvari reglur fyri, hvussu stuðulsverjar verða settir í starv og løntir, og hvørjar uppgávur og heimildir teirra skulu vera.
§ 72 Tað er skyldan hjá ákæruvaldinum at ansa eftir, at ein fyriskipan sambært §§ 68, 69 ella 70 ikki…
Tað er skyldan hjá ákæruvaldinum at ansa eftir, at ein fyriskipan sambært §§ 68, 69 ella 70 ikki verður varðveitt longur og í størri mun enn neyðugt. Stk. 2. Avgerð um at broyta ella endaliga at úrgilda fyriskipan eftir §§ 68, 69 ella 70 verður tikin við úrskurði eftir umbøn frá tí dømda, hjálparverjanum, ákæruvaldinum, stovnsleiðsluni ella kriminalforsorgini. Umbøn frá tí dømda, hjálparverjanum, stovnsleiðsluni ella kriminalforsorgini verður sett fram fyri ákæruvaldinum, ið sum skjótast leggur spurningin fyri rættin. Verður umbøn frá tí dømda ella hjálparverjanum ikki eftirlíkað, kann nýggj umbøn ikki setast fram fyrr enn hálvt ár eftir, at úrskurðurin er sagdur. Stk. 3. Ásetingin í § 59, stk. 2, er somuleiðis galdandi fyri avgerðir eftir stk. 2. Er tað spurningur um at broyta fyriskipanina orsakað av nýggjum lógarbroti, verður spurningurin tó avgreiddur av tí rætti, ið viðger málið um brotið.
§ 73 Er tann, sum hevur framt revsiverda gerð, eftir at hon varð framd, men áðrenn dómur er fallin,…
Er tann, sum hevur framt revsiverda gerð, eftir at hon varð framd, men áðrenn dómur er fallin, komin í eina ikki bert fyribils støðu av tí í § 16 og § 69 nevnda slagi, ger rætturin av, um revsing skal dømast ella detta burtur. Verður tað hildið at vera gagnligt, kann rætturin gera av, at fyriskipanir eftir §§ 68 ella 69 skulu koma í staðin fyri revsing, ella til revsingin kann verða fullførd. Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 71 og 72 eru somuleiðis galdandi. Stk. 3. Verður persónur, sum verður dømdur revsing, sambært stk. 1, 2. pkt. settur á stovn, verður tíðin á stovninum roknað upp í revsingartíðina.
§ 73 a Løgmálaráðharrin kann í samráð við landsstýrið áseta reglur um at geva útgonguloyvi o.a. til…
Løgmálaráðharrin kann í samráð við landsstýrið áseta reglur um at geva útgonguloyvi o.a. til persónar, sum eru settir á sjúkrahús fyri sálarsjúk o.a. sambært avgerð, sum er tikin eftir §§ 68 ella 69. Løgmálaráðharrin kann í hesum sambandi áseta, at avgerðir, sum verða tiknar eftir hesum reglum, ikki kunnu leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika. Stk. 2. Løgmálaráðharrin kann áseta reglur um nýtslu av valdi og trygdarútbúnaði yvir fyri persónum, sum eru settir á sjúkrahús fyri sálarsjúk o.a. sambært avgerð, sum er tikin eftir §§ 68 ella 69, í sambandi við flutning, ið verður fyriskipaður av starvsfólki hjá kriminalforsorgini. Løgmálaráðharrin kann eisini áseta reglur um kanning uttan rættarúrskurð av persónum, sum eru settir á sjúkrahús fyri sálarsjúk o.a. sambært avgerð, sum er tikin eftir §§ 68 ella 69, í sambandi við flutning, ið verður fyriskipaður av starvsfólki hjá kriminalforsorgini.
§ 74 (Strikað)
(Strikað).
§ 74 a Um ein persónur, sum um brotsgerðarmundið ikki hevur fylt 18 ár, hevur framt grovari…
Um ein persónur, sum um brotsgerðarmundið ikki hevur fylt 18 ár, hevur framt grovari persónshættislig lógarbrot ella onnur álvarsom lógarbrot, kann rætturin áseta, at viðkomandi skal geva seg undir 2 ára skipaða sosialnámsfrøðiliga viðgerð, sum er undir eftirliti, um tað verður hildið at vera gagnligt til at fyribyrgja fleiri lógarbrot. Stk. 2. Rætturin kann geva tí dømda boð, ið svara til tær fylgistreytir, sum kunnu verða álagdar sambært § 57. Mestatíðin fyri uppihaldi á samdøgursstovni ella góðkendum tilhaldi er 1 ár og 6 mánaðir, av hesum kunnu í mesta lagi 12 mánaðir vera á trygdardeild á samdøgursstovni fyri børn og ung. Fremur persónur, sum er undir fyriskipan sambært stk. 1, nýtt lógarbrot, kann rætturin í staðin fyri at døma revsing leingja um fyriskipanina, herímillum mestutíðirnar sambært 2. pkt. við upp til 6 mánaðum. Stk. 3. Tann dømdi kann krevja, at avgerðir um flyting á trygdardeild á samdøgursstovni fyri børn og ung og avgerðir um at flyta frá viðgerð á dagdeild til seting á samdøgursstovn fyri børn og ung ella á góðkent uppihaldsstað skulu roynast í rættinum. Sama er galdandi, tá ið sosialir myndugleikar við heimild í dóminum taka avgerð um, at viðkomandi skal verða verandi á stovni út yvir ta í dóminum ásettu tíðina fyri uppihaldið. Avgerðin verður tikin við úrskurði. At málið verður lagt fyri rættin hevur ikki steðgandi virknað. Ásetingin í § 59, stk. 2, er somuleiðis galdandi. Stk. 4. Løgmálaráðharrin kann í samráð við landsstýrið áseta reglur um at geva útgonguloyvi o.a. til persónar, sum eru undir fyriskipan sambært stk. 1 og 2. Løgmálaráðharrin kann í hesum sambandi áseta, at avgerðir, sum verða tiknar eftir hesum reglum, ikki kunnu leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 75 Úrtøka frá revsiverdari gerð ella samsvarandi upphædd kann verða inndrigin heilt ella lutvíst. Er…
Úrtøka frá revsiverdari gerð ella samsvarandi upphædd kann verða inndrigin heilt ella lutvíst. Er ikki neyðugt grundarlag til at staðfesta støddina á upphæddini, kann inndragast ein upphædd, ið verður mett at svara til úrtøkuna. Stk. 2. Verður tað mett neyðugt til at fyribyrgja fleiri lógarbrot ella tala serligar umstøður annars fyri tí, kunnu verða inndrignir: 1) lutir, sum hava verið brúktir ella ætlaðir at vera brúktir til eina revsiverda gerð, 2) lutir, sum eru framleiddir við einari revsiverdari gerð, og 3) lutir, við hvørjum tað aðramáta er framd ein revsiverd gerð. Stk. 3. Í staðin fyri inndrátt av teimum lutum sum eru nevndir í stk. 2, kann inndragast ein upphædd, ið svarar heilt ella lutvíst til virðið á lutunum. Stk. 4. Í staðin fyri inndrátt sambært stk. 2 kann verða avgjørt at seta í verk tiltøk viðvíkjandi lutunum til at fyribyrgja fleiri lógarbrotum. Stk. 5. Tá ið felagsskapur verður avtikin við dómi, kunnu ognir og virðir annars hjá felagsskapinum verða inndrigin.
§ 76 Inndráttur eftir § 75, stk. 1, kann verða framdur hjá tí, sum beinleiðis hevur fingið úrtøkuna av…
Inndráttur eftir § 75, stk. 1, kann verða framdur hjá tí, sum beinleiðis hevur fingið úrtøkuna av revsiverdu gerðini. Stk. 2. Inndráttur av lutum og virðum, sum eru nevnd í § 75, stk. 2 og 3, kann verða framdur hjá tí, sum stendur til svars fyri lógarbrotinum, og hjá tí, hvørs vegna hann hevur handlað. Stk. 3. Serliga tryggjaði rættindi yvir lutum, sum verða inndrignir, detta einans burtur, um rætturin tekur avgerð um tað eftir treytum, ið svara til teirra, sum eru nevndar í stk. 2. Stk. 4. Hevur ein av teimum persónum, sum eru nevndir í stk. 1 og 2, aftan á revsiverdu gerðina rátt yvir úrtøku ella lutum sambært § 75, stk. 2, ella rættindi yvir teimum, kann tað avhendaða ella virðið á tí verða inndrigið hjá ognaranum, um hesin visti um sambandið, sum tað avhendaða hevði við revsiverdu gerðina. Tað sama er galdandi, um hann hevur víst grovt ósketni í hesum sambandi, ella um avhendingin hevur verið framd sum gáva. Stk. 5. Doyr persónur, sum hevur inndráttarábyrgd eftir stk. 1-4, dettur ábyrgd hansara burtur. Hetta er tó ikki galdandi fyri inndrátt eftir § 75, stk. 1.
§ 76 a Heilur ella lutvísur inndráttur kann gerast av ognum hjá persóni, sum verður funnin sekur í…
Heilur ella lutvísur inndráttur kann gerast av ognum hjá persóni, sum verður funnin sekur í revsiverdari gerð, tá ið: 1) gerðin er av slíkum slag, at hon kann geva munandi úrtøku, og 2) gerðin sambært lóg kann revsast við fongsli í 6 ár ella meira, ella er brot á lóggávuna um euforiserandi evni. Stk. 2. Undir treytum, sum eru nevndar í stk. 1, kann heilur ella lutvísur inndráttur gerast av ognum, sum hjúnafelagin ella sambúgvin hjá viðkomandi hevur ognað sær, uttan so at: 1) ognarluturin er útvegaður meiri enn 5 ár fyri ta revsiverdu gerðina, sum er grundarlagið fyri inndráttin eftir stk. 1, ella 2) hjúnalagið ella fastasamlívið ikki var, tá ið ognarluturin varð útvegaður. Stk. 3. Undir treytum, sum eru nevndar í stk. 1, kann heilur ella lutvísur inndráttur gerast av ognum, sum eru avhendar til løgfrøðiligan persón, sum viðkomandi einsamallur ella saman við nærmastu sínum hevur avgerandi ávirkan á. Sama er galdandi, um viðkomandi fær munandi part av inntøkunum hjá løgfrøðiliga persóninum. Inndráttur kann tó ikki verða framdur, um ognin er avhend til løgfrøðiliga persónin meiri enn 5 ár fyri ta revsiverdu gerðina, sum er grundarlagið fyri inndráttin eftir stk. 1. Stk. 4. Inndráttur eftir stk. 1-3 kann ikki verða gjørdur, um viðkomandi ger tað sannlíkt, at ein ognarlutur er útvegaður á lógligan hátt ella fyri lógliga útvegaða peningaogn. Stk. 5. Í staðin fyri at inndraga ávísar ognarlutir eftir stk. 1-3 kann verða inndrigin ein upphædd, ið svarar til heilt ella lutvíst virði á ognunum.
§ 77 Verður inndrigið eftir § 75, stk. 1, ella § 76 a, og hevur onkur endurgjaldskrav í sambandi við…
Verður inndrigið eftir § 75, stk. 1, ella § 76 a, og hevur onkur endurgjaldskrav í sambandi við lógarbrotið, kann tað inndrigna verða brúkt til at dekka endurgjaldskravið. Stk. 2. Sama er galdandi fyri lutir og virðir, sum eru inndrigin eftir § 75, stk. 2 og 3, um avgerð verður tikin um tað í dóminum. Stk. 3. Hevur tann dømdi í onkrum av teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, goldið tí órættaða endurgjald eftir dómin, verður inndráttarupphæddin minkað samsvarandi.
§ 77 a Lutir kunnu inndragast, um stúrt verður fyri, at teir, vegna slag og í samband við aðrar…
Lutir kunnu inndragast, um stúrt verður fyri, at teir, vegna slag og í samband við aðrar ítøkiligar umstøður, fara at verða brúktir í eini revsiverdari gerð, og tað verður mett neyðugt til tess at fyribyrgja revsiverdu gerðini. Undir somu treytum kunnu aðrir ognarlutir verða inndrignir, herímillum peningur. § 75, stk. 4, er somuleiðis galdandi.
§ 78 Revsiverd viðurskifti hava ikki við sær miss av borgarligum rættindum, herímillum rætt at virka…
Revsiverd viðurskifti hava ikki við sær miss av borgarligum rættindum, herímillum rætt at virka sambært vanligum vinnubrævi ella sjóvinnubrævi. Stk. 2. Tann, sum er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, kann tó verða útihýstur frá at reka virksemi, sum krevur serliga almenna løggilding ella góðkenning, um framda gerðin gevur orsøk til at halda, at nærliggjandi vandi er fyri misnýtslu av starvinum ella vinnuni. Stk. 3. Spurningar um, hvørt framda gerðin er til hindurs fyri at reka virksemi, sum nevnt er í stk. 2, skulu verða lagdir fyri rættin av ákæruvaldinum eftir áheitan antin frá honum, sum hevur fingið noktandi svar upp á umsókn um slíka løggilding ella góðkenning, ella frá viðkomandi myndugleika. § 59, stk. 2 er somuleiðis galdandi. Avgerðin verður tikin við úrskurði. Stk. 4. Ger rætturin av at útihýsa einum frá at reka viðkomandi virksemi, kann spurningurin leggjast fyri rættin av nýggjum, tó ikki fyrr enn 2 ár eru liðin. Viðkomandi myndugleiki kann tó geva løggildingina ella góðkenningina aftur, áðrenn 2 ára freistin er liðin.
§ 79 Tann, ið rekur virksemi, sum er nevnt í § 78, stk. 2, kann við dómi fyri revsiverd viðurskifti…
Tann, ið rekur virksemi, sum er nevnt í § 78, stk. 2, kann við dómi fyri revsiverd viðurskifti missa rættin til at halda áfram við at reka viðkomandi virksemi ella til at reka tað á ávísan hátt, um framda gerðin gevur orsøk til at halda, at nærliggjandi vandi er fyri misnýtslu av starvinum ella støðuni. Stk. 2. Tá ið serligar umstøður tala fyri tí, er sama galdandi fyri at reka annað virksemi. Eftir somu reglu kann verða frádømdur rætturin til at vera í leiðsluni av einum vinnuvirki her á landi ella uttanlands, uttan at ábyrgjast persónliga og óavmarkað fyri skyldurnar hjá vinnuvirkinum. Stk. 3. Frádømingin kann vara úr 1 upp í 5 ár, roknað frá endaligum dómi. Frádømingin kann eisini vara í óásetta tíð, men í hesum føri skal, tá ið 5 ár eru liðin, spurningurin um framhaldandi útihýsing frá viðkomandi virksemi leggjast fyri rættin sambært reglunum í § 78, stk. 3 og 4. Tá ið serligar umstøður tala fyri tí, kann løgmálaráðharrin geva loyvi til, at spurningurin verður lagdur fyri rættin, áðrenn freistin, sum er nevnd í 2. pkt. er liðin. Stk. 4. Undir viðgerðini av teimum málum, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, kann rætturin við úrskurði útihýsa viðkomandi frá at reka virksemið, til málið er endaliga avgjørt. Í dóminum kann verða ásett, at tað ikki hevur steðgandi virknað at skjóta málið inn fyri hægri rætt.” 12. Kapittul 10 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 10 At áseta revsing
§ 80 Tá ið revsing verður ásett, skal við fyriliti fyri einsháttaðari rættarreglunýtslu leggjast…
Tá ið revsing verður ásett, skal við fyriliti fyri einsháttaðari rættarreglunýtslu leggjast dentur á grovleikan á lógarbrotinum og á upplýsingar um gerningsmannin. Stk. 2. Tá ið mett verður um grovleikan á lógarbroti, skal atlit takast at tí skaða, vanda og teirri skemd, ið lógarbrotið hevur við sær, og hvat gerningsmaðurin skilti ella átti at havt skilt. Tá ið mett verður um upplýsingarnar um gerningsmannin, skal atlit takast at vanligu persónligu og sosialu viðurskiftum hansara, at viðurskiftum hansara fyri og eftir gerðina og orsøkum hansara til gerðina. Stk. 3. Í meting sambært stk. 2 er tað ikki at rokna sum linnandi umstøður, at gerðin er grundað á trúgv, mentanarlig viðurskifti ella tílíkt.
§ 81 Tá ið revsing verður ásett, skal tað vanliga roknast sum skerpandi umstøður
Tá ið revsing verður ásett, skal tað vanliga roknast sum skerpandi umstøður: 1) at gerningsmaðurin áður er revsaður, og tað hevur týdning fyri málið, 2) at fleiri hava framt gerðina í felag, 3) at gerðin er serliga væl løgd til rættis ella er liður í víðfevndum lógarbrotum, 4) at gerningsmaðurin ætlaði, at gerðin skuldi hava munandi álvarsamari avleiðingar, enn hon fekk, 5) at gerningsmaðurin hevur víst serligt fyrilitsloysi, 6) at gerðin hevur støði í annans etniska uppruna, trúgv, kynsliga samleika ella tílíkt, 7) at gerðin hevur støði í lógligari framsøgn hjá tí órættaða í almennum orðaskifti, 8) at gerðin er framd undir útinning av almennari tænastu ella starvi ella við misnýtslu av starvi ella serligum álitissambandi annars, 9) at gerningsmaðurin hevur fingið annan persón at viðvirka til gerðina við tvingsli, sviki ella við at misnýta annans unga aldur ella munandi fíggjarligu ella persónligu trupulleikar, manglandi innlit, gáloysni ella bundinskap, 10) at gerningsmaðurin hevur viðvirkað til lógarbrot, sum er framt av barni undir 15 ár, 11) at gerningsmaðurin hevur misnýtt verjuleysu støðuna hjá tí órættaða, 12) at gerðin er framd av persóni, sum: a) er varðhaldsfongslaður ella undir fyriskipan, ið kemur í staðin fyri varðhaldsfongsling, b) situr revsing ella aðra frælsisskerjandi revsirættarliga rættarfylgju, ella c) hevur seg undan revsing ella aðrari frælsisskerjandi revsirættarligari rættarfylgju, 13) at gerðin er framd av persóni, sum hevur verið varðhaldsfongslaður ella undir fyriskipan, ið kemur í staðin fyri varðhaldsfongsling, ella av persóni, sum hevur sitið revsing ella aðra frælsisskerjandi revsirættarliga rættarfylgju, og gerðin er framd ímóti stovninum ella ímóti persóni, sum er í starvi á stovninum, ella 14) at gerðin hevur støði í útinningini av almennari tænastu ella starvi hjá tí órættaða ella nærmastu hansara.
§ 82 Tá ið revsing verður ásett, skal tað vanliga verða roknað sum linnandi umstøður
Tá ið revsing verður ásett, skal tað vanliga verða roknað sum linnandi umstøður: 1) at gerningsmaðurin ikki var fyltur 18 ár, tá ið gerðin varð framd, 2) at gerningsmaðurin hevur høgan aldur, og tá ið brúk av vanligari revsing er óneyðug ella skaðilig, 3) at gerðin gongur at markinum at vera fevnd av revsingarloysisgrund, 4) at gerningsmaðurin hevur handlað í umberandi ókunnleika um ella umberandi misskiljing av rættarreglum, sum forbjóða ella áleggja, at gerðin verður framd, 5) at gerðin er framd í sinnismuni, sum tann órættaði ella persónar, ið hava tilknýti til hansara, hava elvt til við einum álopi av órøttum ella við grovari niðran, 6) at gerðin er framd sum fylgja av tvingsli, sviki ella við at misnýta unga aldur gerningsmansins ella munandi fíggjarligu ella persónligu trupulleikar, manglandi innlit gáloysni ella bundinskap hansara, 7) at gerðin er framd í sterkari samkenslu ella sinnisrørslu, ella tað eru aðrar serligar upplýsingar um sinnisstandin hjá gerningsmanninum ella umstøðurnar annars í sambandi við gerðina, 8) at gerningsmaðurin sjálvboðin hevur forðað fyri ella hevur roynt at forðað fyri tí vanda, sum er skaptur við teirri revsiverdu gerðini, 9) at gerningsmaðurin sjálvboðin hevur meldað seg og hevur givið treytaleysa ájáttan, 10) at gerningsmaðurin hevur givið upplýsingar, sum eru avgerandi fyri uppkláringina av revsiverdum gerðum, sum onnur hava framt, 11) at gerningsmaðurin hevur afturbøtt ella hevur roynt at afturbøtt tann skaða, sum er skaptur við teirri revsiverdu gerðini, 12) at gerningsmaðurin orsakað av teirri revsiverdu gerðini missir rættin til eitt av teimum í § 79 nevndu rættindum, ella skal tola aðrar fylgjur, ið kunnu javnsetast við revsing, 13) at revsimálið ímóti gerningsmanninum ikki er avgreitt innan fyri rímiliga tíð, uttan at tað kann lastast gerningsmanninum, ella 14) at so long tíð er liðin, síðan tann revsiverda gerðin varð framd, at vanlig revsing er óneyðug.
§ 83 Revsingin kann minkast niður um ta ásettu revsirammuna, tá ið upplýsingar um gerðina,…
Revsingin kann minkast niður um ta ásettu revsirammuna, tá ið upplýsingar um gerðina, gerningsmannin ella onnur viðurskifti avgerandi tala fyri tí. Eru umstøðurnar aðramáta linnandi, kann revsingin detta burtur.
§ 84 Ein treyt fyri at nýta áseting um herda revsing ella aðra rættarfylgju í endurtøkuførum er, at…
Ein treyt fyri at nýta áseting um herda revsing ella aðra rættarfylgju í endurtøkuførum er, at gerningsmaðurin, áðrenn hann aftur breyt lógina, er funnin sekur í at hava framt revsiverda gerð, sum lógin gevur endurtøkuvirknað á ta nú framdu gerðina, ella roynd at fremja ella at viðvirka til slíka gerð. Stk. 2. Rætturin kann geva revsidómum, ið eru sagdir uttan fyri ríkið sama endurtøkuvirknað sum teimum, ið eru sagdir her á landi. Stk. 3. Endurtøkuvirknaður endar, tá ið tað, áðrenn nýggja revsiverda gerðin varð framd, eru liðin 10 ár, síðan fyrr dømda revsingin er sitin, endaliga eftirgivin ella burturdottin. Var fyrr dømda revsingin sektarrevsing, verður nevnda freist roknað frá dagfestingini á tí endaliga dóminum ella sektaravgerðini. Í treytaðum dómi verður freistin roknað frá tí endaliga dóminum.
§ 85 (Strikað)
(Strikað).
§ 86 Hevur tann dømdi verið handtikin, varðhaldsfongslaður ella innlagdur til sálarkanningar, verður…
Hevur tann dømdi verið handtikin, varðhaldsfongslaður ella innlagdur til sálarkanningar, verður dømda fongsulsrevsingin stytt við so nógvum byrjaðum døgum, sum frælsistøkan ella innleggingin hava vart. Stk. 2. Frælsistøka, styttri enn 24 tímar, hevur ikki stytting við sær. Stk. 3. Hevur tann dømdi undir frælsistøkuni verið avbyrgdur eftir avgerð hjá rættinum, verður dømda fongsulsrevsingin stytt ein dag afturat fyri hvørt byrjað tíðarskeið upp á tríggjar dagar, ið tann dømdi hevur verið avbyrgdur. Stk. 4. Dómurin skal upplýsa um longdina á teirri frælsistøku, innlegging ella avbyrging, sum hevur stytting við sær. Stk. 5. Rætturin kann sum undantak gera av, at øll revsingin er at rokna sum sitin, hóast dømda revsingin er longri enn tíðin, sum tann dømdi hevur verið frælsisskerdur ella innlagdur. Stk. 6. Verður dómsskot burturvíst ella tikið aftur, verður henda avgerð tikin av yvirskipaða rættinum við samtykt. Er sektarrevsing dømd, skal í dóminum vera ásett, at sektin heilt ella lutvíst er at rokna sum staðin. Stk. 7. Verður dømt eftir § 58, stk. 1, skal stytting gerast í treytaleysa partinum av revsingini. Í dóminum kann tó verða ásett, at stytting ikki ella bert lutvíst skal gerast í treytaleysa partinum av revsingini. Stk. 8. Er samfelagstænasta dømd, skal stytting, ið sambært stk. 7 ikki verður gjørd í møguliga treytaleysa partinum av revsingini, gerast lutfalsliga í dømda tímatalinum av samfelagstænastu. Stk. 9. Ásetingarnar í stk. 1-8 eru at nýta á sama hátt í rættaravgerð eftir § 60, stk. 1, nr. 3, ella § 66, stk. 1, nr. 1, tá ið tann, sum hevur fingið treytaðan dóm, áðrenn avgerðina hevur verið handtikin ella varðhaldsfongslaður. Stk. 10. Hevur tann dømdi verið handtikin, varðhaldsfongslaður ella innlagdur til sálarkanningar uttanlands, ger rætturin av, hvussu nógv tann dømda revsingin skal styttast. Stk. 11. Ásetingarnar í stk. 1, 1. og 2. pkt., eru somuleiðis galdandi fyri persónar, sum skulu inn at sita fongsulsrevsing, eftir at hava verið handtiknir ella varðhaldsfongslaðir fyri brot á fylgistreytir fyri náðing ella royndarleyslating.
§ 87 (Strikað)
(Strikað).
§ 88 Hevur onkur við einari ella fleiri gerðum framt fleiri lógarbrot, verður fyri hesi brot ásett…
Hevur onkur við einari ella fleiri gerðum framt fleiri lógarbrot, verður fyri hesi brot ásett felags revsing innan fyri ásettu revsirammuna ella, um fleiri revsirammur koma upp á tal, innan fyri ta strangastu teirra. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin vera upp til hálva aðru ferð ta harðastu revsingina, sum ásett er fyri eitthvørt av lógarbrotunum. Stk. 2. Hevur eitt av lógarbrotunum við sær fongsul, meðan eitt annað hevur við sær sekt, kann rætturin heldur enn felags fongsulsrevsing døma sekt og fongsul. Stk. 3. Hevur eitt av lógarbrotunum við sær dagsekt, meðan eitt annað hevur við sær sektarrevsing av øðrum slagi, ásetir rætturin felags dagsektarrevsing, um tað ikki eftir umstøðunum verður mett at vera rættari at áseta revsing fyri hvørt lógarbrot sær. Stk. 4. Hevur eitt av lógarbrotunum við sær fyriskipan eftir §§ 68-70 ella § 74 a, meðan eitt annað hevur við sær revsing, kann rætturin gera av, at henda revsing dettur burtur.
§ 89 Verður onkur, sum longu er dømdur revsing, harumframt funnin sekur í aðrari revsiverdari gerð,…
Verður onkur, sum longu er dømdur revsing, harumframt funnin sekur í aðrari revsiverdari gerð, sum er framd áðrenn dómin, skal eykarevsing dømast, um so er, at revsingin hevði verið harðari, um dømt varð fyri gerðirnar samstundis. Eykarevsing kann vera styttri enn ásett í § 33. Er fyrr dømda revsingin ikki fullgjørd, skulu reglurnar í § 88 fylgjast, um til ber.
§ 89 a Í sambandi við dóm, har persónur verður dømdur til fyriskipan sambært §§ 68-70 ella § 74 a, kann…
Í sambandi við dóm, har persónur verður dømdur til fyriskipan sambært §§ 68-70 ella § 74 a, kann rætturin taka avgerð um, at áður dømd revsing, ið ikki er fullgjørd, skal detta burtur. Stk. 2. Verður persónur, sum er undir fyriskipan sambært §§ 68-70 ella § 74 a, dømdur revsing, kann rætturin taka avgerð um, at áður dømd fyriskipan skal detta burtur. §§ 90-91. (Strikaðar).” 13. Kapittul 11 verður orðaður soleiðis: “Kapittul 11 Uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini
§ 92 Lógarbrot verður ikki revsað, tá ið tað er fyrnað sambært §§ 93-94
Lógarbrot verður ikki revsað, tá ið tað er fyrnað sambært §§ 93-94.
§ 93 Fyrningarfreistin er
Fyrningarfreistin er: 1) 2 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í 1 ár fyri lógarbrotið. 2) 5 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í 4 ár. 3) 10 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í 10 ár. 4) 15 ár, tá ið heimild ikki er fyri harðari revsing enn fongsul í ávísa tíð. Stk. 2. Fyrningarfreistin er ongantíð minni enn 5 ár fyri: 1) brot á § 296, stk. 3, § 297, stk. 2, og § 302, stk. 2 í hesi løgtingslóg, og 2) brot á skattalóggávuna, tolllóggávuna, avgjaldslóggávuna ella stuðulslóggávuna, ið geva ella kunnu geva vinning av órøttum. Stk. 3. Fyrningarfreistin er ongantíð minni enn 10 ár fyri brot á § 223, stk. 1, § 225, samanber við § 223, stk. 1 í hesi løgtingslóg ella § 139 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Stk. 4. Hevur onkur við somu gerð framt fleiri lógarbrot, sum tað sambært stk. 1 og 2 galda ymsar fyrningarfreistir fyri, skal longsta fyrningarfreistin av hesum galda fyri øll brotini.
§ 93 a Revsiábyrgd fyrnast ikki, tá ið lógarbrotið er fevnt av millumtjóða sáttmála, ið Føroyar hava…
Revsiábyrgd fyrnast ikki, tá ið lógarbrotið er fevnt av millumtjóða sáttmála, ið Føroyar hava tikið undir við, og sáttmálin ásetir, at revsiábyrgdin ikki fyrnast.
§ 93 b Revsiábyrgd fyrnast ikki, tá ið lógarbrotið er fevnt av § 157 a
Revsiábyrgd fyrnast ikki, tá ið lógarbrotið er fevnt av § 157 a.
§ 94 Fyrningarfreistin verður roknað frá tí degi, tá ið revsiverda gerðin ella undanlátið er hildið uppat
Fyrningarfreistin verður roknað frá tí degi, tá ið revsiverda gerðin ella undanlátið er hildið uppat. Stk. 2. Tá ið revsingarbærið er treytað av ella verður ávirkað av fylgju ella aðrari seinni hending, verður freistin tó roknað frá tí, at fylgjan ella hendingin byrjaði. Stk. 3. Er brotið framt á føroyskum skipi uttan fyri ríkið, verður freistin roknað frá tí degi, at skipið er komið í føroyska havn. Freistarbyrjanin kann tó ikki útsetast í meira enn 1 ár eftir hesi áseting. Stk. 4. Fyri brot á §§ 210 og 216-224, § 225 sambært §§ 216-224, § 226, § 227, stk. 1, § 245 a, § 246, samanber við § 245 a, § 260, stk. 2, og § 262 a, stk. 2, móti einum persóni undir 18 ár, ella á § 232 móti einum barni undir 15 ár, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí degi, at tann órættaði fyllir 21 ár. Stk. 5. Sama sum í stk. 4 er galdandi fyri brot á §§ 244, 245 og 246, tá ið talan er um fosturtøku, fosturfækkan ella sterilisering móti einum persóni undir 18 ár uttan samtykki, um hetta ikki er heimilað í lóg. Stk. 6. Um gerningsmaðurin við harðskapi, ólógligum tvingsli sambært § 260 ella við aðrari revsiverdari gerð hevur tvingað tann órættaða til ikki at melda lógarbrotið til løgregluna, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí løtu, at tvingsilin er hildin uppat. Stk. 7. Fyrningarfreistin verður slitin, tá ið viðkomandi verður kunnaður um skuldsetingina, ella tá ið ákæruvaldið biður um rættargangsstig, sum hava við sær, at viðkomandi verður skuldsettur. Fyrningarfreistin fyri ábyrgdini hjá løgfrøðiligum persóni kann verða slitin við at kunnuggera tað fyri persóni, ið sambært § 205 í rættargangslógini kann taka ímóti kunnuggeringum vegna tann løgfrøðiliga persónin. Stk. 8. Verður rættarsókn slept, uttan at verða umgjørd av yvirskipaðum ákæruvaldi áðrenn vanligu freistina fyri umgerð, heldur fyrningarfreistin áfram, sum um rættarsókn ikki hevði verið. Hetta er eisini galdandi, tá ið rættarsókn steðgar í óásetta tíð. Kemst steðgurin av, at tann ákærdi hevur sloppið sær undan rættarsóknini, telur rættarsóknartíðin ikki við, tá ið fyrningarfreistin verður roknað.
§ 95 Tá ið ein gerð ikki kann revsast, av tí at hon er fyrnað, kann hon heldur ikki hava við sær
Tá ið ein gerð ikki kann revsast, av tí at hon er fyrnað, kann hon heldur ikki hava við sær: 1) rættarfylgjur eftir §§ 68-70, § 74 a, § 164, stk. 5, ella § 236, 2) inndrátt, ella 3) rættindamiss. Stk. 2. Fyrningarfreistin er tó ongantíð styttri enn 5 ár fyri inndrátt, og fyri inndrátt eftir § 75, stk. 1 ongantíð styttri enn 10 ár.
§ 96 Rætturin til privata átalu og til at biðja um almenna átalu dettur burtur, tá ið tann, sum hevur…
Rætturin til privata átalu og til at biðja um almenna átalu dettur burtur, tá ið tann, sum hevur átalurættin, ikki hevur stevnt ella biðið um átalu innan 6 mánaðir eftir, at hann hevur fingið slíka vitan, at hann hevur nóg gott grundarlag til at stevna ella at biðja um átalu. Stk. 2. Eru fleiri, sum hava átalurætt ella eru sek, verður freistin roknað fyri hvønn sær. Um so er, at freistin til at biðja um almenna átalu er farin fyri ein av teimum seku, men ikki hjá hinum, ger ákæruvaldið tó av, um ein áheitan um at reisa átalu ímóti teimum verður eftirlíkað. Stk. 3. Rætturin til at reisa privata átalu ella til at biðja um almenna átalu dettur burtur 6 mánaðir eftir, at tann órættaði er deyður. Stk. 4. Fellur eingin avgerð um revsingarkravið í máli, sum er lógsøkt við privatari átalu, heldur fyrningarfreistin fram, og tann tíð, rættarsóknin hevur vart, verður ikki tald uppí. Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4 galda eisini fyri ógilding eftir § 273, tó at fyrningarfreistin er 3 ár.
§ 97 Dømd fongsulsrevsing og onnur rættarfylgja av frælsisskerjandi slagi detta burtur við fyrning…
Dømd fongsulsrevsing og onnur rættarfylgja av frælsisskerjandi slagi detta burtur við fyrning eftir reglunum í stk. 2-6. Stk. 2. Fyrningarfreistin er: 1) 5 ár fyri fongsul í upp til 1 ár og fyri fyriskipanir sambært § 74 a, 2) 10 ár fyri fongsul í meira enn 1 ár, men ikki meira enn 4 ár, og fyri fyriskipanir sambært §§ 68 og 69, 3) 15 ár fyri fongsul í meira enn 4 ár, men ikki meira enn 8 ár, og fyri trygdarvarðhald sambært § 70, og 4) 20 ár fyri fongsul í meira enn 8 ár. Stk. 3. Fyrningarfreistin verður roknað frá teirri løtu, ið dómurin kundi verið fullgjørdur sambært vanligu reglunum í lóggávuni. Stk. 4. Upp í fyrningarfreistina verður ikki roknað tann tíð, har: 1) fullgerð er útsett við treytaðum dómi ella treytaðari náðing, 2) viðkomandi situr aðra fongsulsrevsing ella er undir aðrari revsirættarligari rættarfylgju av frælsisskerjandi slagi, ella 3) fullgerðin verður tarnað, tí at viðkomandi sleppur sær undan henni. Stk. 5. Fyrningarfreistin verður slitin, tá ið fullgerðin byrjar. Stk. 6. Er avgerð tikin um innafturseting eftir royndarleyslating ella royndarútskriving ella eftir treytaða náðing fyri part av revsing, verður fyrningarfreistin fyri írestandi revsingina ella írestandi partin av aðrari rættarfylgju roknað frá tí, at avgerðin um innafturseting er tikin. Verður fullgerðin avbrotin á annan hátt enn við royndarleyslating, royndarútskriving ella náðing, verður freistin roknað frá avbrotinum, samanber tó við stk. 4, nr. 3.
§ 97 a Er umbøn um úttøku ikki innlatin áðrenn, dettur sekt burtur eftir
Er umbøn um úttøku ikki innlatin áðrenn, dettur sekt burtur eftir: 1) 5 árum, um sektin ikki er størri enn 10.000 kr., og 2) 10 árum, um sektin er størri enn 10.000 kr. Stk. 2. Umskiftisrevsing fyri sekt dettur burtur eftir 3 árum, um fullgerðin ikki er byrjað áðrenn. Er sektin størri enn 10.000 kr., er freistin tó 5 ár. Stk. 3. Tær fyrningarfreistir, sum eru nevndar í stk. 1, verða roknaðar frá teirri løtu, tá ið avgerðin kundi verið fullgjørd sambært vanligu reglunum í lóggávuni. Upp í freistirnar verður ikki roknað tann tíð, har fullgerð er útsett við treytaðum dómi ella treytaðari náðing. Stk. 4. Fyrningarfreistin fyri inndráttarkrav er 10 ár.
§ 97 b Revsirættarligar rættarfylgjur kunnu ikki fullgerast, eftir at tann dømdi er deyður
Revsirættarligar rættarfylgjur kunnu ikki fullgerast, eftir at tann dømdi er deyður. Stk. 2. Ákæruvaldið kann tó leggja spurningin um at framleingja inndrátt fyri Føroya rætt. Inndrátturin kann bert framleingjast fyri lutir ella upphæddir, sum eru fingin sum úrtøka frá revsiverdu gerðini, ella sum svara til slíka úrtøku. Stk. 3. Rætturin kann broyta avgerðina um inndráttin soleiðis, at ein upphædd verður inndrigin í staðin fyri lutir. Avgerðin hjá rættinum verður tikin við úrskurði. Stk. 4. Avgerðir eftir § 164, stk. 5, kunnu fullgerast, eftir at tann dømdi er deyður.
§ 97 c Á sama hátt sum viðvíkjandi revsing kann náðing gevast viðvíkjandi inndrátti
Á sama hátt sum viðvíkjandi revsing kann náðing gevast viðvíkjandi inndrátti.” 14. Í § 124, stk. 2 og 3 verður “heimansettan persón” broytt til: “tvingsilssettan persón”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 6. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 16/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.