Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 130 20. desember 2016

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 7. september 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett: “(Ásetingarlógin)” 2. Í § 2, stk. 1 verður aftan á 5. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Barnafrádráttur verður bert veittur, um barnið antin býr í Føroyum ella í sambandi við útbúgving uttanlands hevur varðveitt fulla skattskyldu til Føroyar.” 3. Í § 5 verður stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum, kommanditfeløgum, sparikassum og lutafeløgum, sum nevnd eru í stk. 1, og sum hava partapening, inngoldnan innskotspening, ábyrgdarpening ella lutapening, sum er 50.000 kr. ella meira, umframt hjá íverksetarafeløgum, sbr. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, verður skatturin ásettur til 18% av inntøkunum til landskassa og kommunur.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Í Tinganesi, 20. desember 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 29/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙