Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. desember 2014 Nr. 130

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

(Eftirrokning, mótrokning o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skulu leggjast nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini.” 2. Í § 21, stk. 3 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Pensjón verður umroknað, tá Almannaverkið hevur fingið fráboðan frá pensjónistinum um broytt viðurskifti, ella tá Almannaverkið hevur staðfest broytingar í ásetta inntøkugrundarlagnum.” 3. § 21, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Fyritreytin fyri at rokna pensjónina eftir væntaðari lægri inntøku er, at broytingin framgongur av fyribilsskránni hjá TAKS. Er talan um væntandi hægri inntøku, kann Almannaverkið rokna pensjón, grundað á fráboðan frá pensjónisti.” 4. § 21 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Pensjón verður eftirroknað eftir skattskyldugu inntøkuni o.a. sambært § 20, tá inntøkan viðkomandi álmanakkaár er endaliga uppgjørd av skattamyndugleikunum. Pensjónin verður eftirroknað fyri eitt heilt álmanakkaár. Pensjón, roknað eftir væntaðari inntøku sambært § 20, stk. 4, verður eftirroknað fyri tíðarskeiðið frá tillutanardegnum og árið út, og verður inntøka umroknað til ársinntøku.” 5. Í § 21 a verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk. 4 og 5 sett: “Stk. 4. Er ov lítið útgoldna upphæddin sbrt. stk. 2 25 kr. ella meira, fær pensjónisturin upphæddina útgoldna. Stk. 5. Er ov nógv útgoldna upphæddin sbrt. stk. 2 100 kr. ella minni, verður pensjónisturin ikki kravdur eftir upphæddini.“ Stk. 4 verður eftir hetta stk. 6. 6. Í § 22 verða stk. 2 og 3 strikað. 7. § 36, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Krøv um ov nógv útgoldna pensjón og krøv um ov nógv útgoldna viðbót eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar kunnu mótroknast í eftirgjøldum av pensjón og pensjónsútgjaldingum og í viðbót eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað frá útgjaldingini av pensjón fyri…

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað frá útgjaldingini av pensjón fyri januar mánað 2015. Í Tinganesi, 19. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 28/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙