Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. desember 2012 Nr. 130
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, § 7, stk. 7, § 14, stk. 2, 3 og 4, § 15, stk. 1 og 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 2) Í § 3, stk. 1, § 6, stk. 2, § 7, stk. 3 og 4, § 8, stk. 2, § 9, 1. pkt., § 10, § 11, stk. 2, § 14, stk. 1 og § 19, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 3) § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Avgjaldið er 10 % av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 2 og 12 % av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 3.” 4) Í § 9, 2. pkt. og § 11, stk. 1 verður “Toll- og Skattstovan” broytt til: “TAKS”. 5) Í § 18, stk. 3 verður “, fær hefti ella fongsil í upp til 2 ár” broytt til: “ella fær fongsil í upp til 2 ár”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Tórshavn, 14. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 41/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.