Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. august 2020 Nr. 130

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

(COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 7. apríl 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 2, men áðrenn yvirskriftina yvir § 3, verður sett: “§ 2 a. Dagpeningur verður veittur persóni, sum er settur í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19. Stk. 2. Hóast ásetingina í § 4, kann persónur, sum hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár, og sum hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er settur í sóttarhald, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19, fáa dagpening. Stk. 3. Dagpeningaupphæddin sbrt. stk. 2 verður roknað eftir § 8, stk. 1-3 og § 9, stk. 1 og 3, tó í mesta lagi 500 kr. um dagin, íroknað frítíðarløn. Stk. 4. Eftirlønargjald verður ikki lagt aftrat dagpeningum sbrt. stk. 2. Afturrindanarskipan fyri privatar arbeiðsgevarar

§ 2 b Hóast § 2, stk. 3 og § 3, stk. 1 kann privatur arbeiðsgevari fáa afturrindaðar tær…

Hóast § 2, stk. 3 og § 3, stk. 1 kann privatur arbeiðsgevari fáa afturrindaðar tær lønarútreiðslur, ið standast av, at starvsfólk, sum hevur rætt til løn undir sjúku, men annars lýkur vanligu treytirnar í hesi løgtingslógini, hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er sett í sóttarhald, ella heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19. Stk. 2. Hóast ásetingina í § 4, er persónur, sum hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár, fevndur av ásetingini í stk. 1. Stk. 3. Upphæddin, sum verður afturrindað sbrt. stk. 1, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi tann upphædd, sum starvsfólkið vildi havt rætt til sbrt. § 9, um viðkomandi leyk treytirnar um rætt til dagpening eftir hesi løgtingslóg. Hjá mánaðarløntum kann arbeiðsgevari nýta seinast útgoldnu mánaðarlønina sum inntøkugrundarlag sbrt. § 8, stk. 1. Stk. 4. Upphæddin, sum verður afturrindað sbrt. stk. 2, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi 500 kr. um dagin, íroknað frítíðarløn. Stk. 5. Afturgjaldið sbrt. stk. 2 fevnir ikki um eftirlønargjald. Stk. 6. Afturrindan sbrt. stk. 1 og 2 fevnir ikki um starvsfólk, sum heilt ella lutvíst kunnu røkja arbeiðið heimanífrá.” 2. Aftan á § 10 verður í kapittul 5 sett: “§ 10 a. Verður umsókn um afturrindan sbrt. § 2 b móttikin á Almannaverkinum í seinasta lagi 90. dagin aftaná 1. fráverudag, kann afturrindan játtast frá og við 1. fráverudegi. Stk. 2. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni enn ásett í stk. 1, kann afturrindan bert játtast frá móttøkudegnum.” 3. Aftan á § 17, men áðrenn yvirskriftina yvir § 18, verður sett: “§ 17 a. Um frávera er orsakað av viðurskiftum, sum viðvíkja COVID-19, sbr. § 2 a, stk. 1, fær persónur, hóast §§ 16 og 17, stk. 1, rætt til dagpening dagin eftir, at umsókn um upptøku í sjálvbodnu tryggingina er latin inn.” 4. Aftan á § 20 verður sett: “§ 20 a. Dagpeningur veittur sbrt. §§ 2 a og 2 b er undantikin kravinum um afturrindan sbrt. § 20, stk. 2.” 5. Aftan á § 23 a verður sett: “§ 23 b. Við staðfesting av COVID-19 ella við óarbeiðsføri sbrt. §§ 2 a og 2 b er váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan. Í førum, har Almannaverkið metir tað neyðugt, kann læknaváttan krevjast.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1.…

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2020 og fer úr gildi 31. august 2020. Stk. 2. Umsóknir sbrt. hesi løgtingslóg, sum eru fyri tíðarskeiðið frá 1. juli 2020 til og við 31. august 2020, men sum ikki eru Almannaverkinum í hendi ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógin fer úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesi løgtingslóg. Í Tinganesi, 14. august 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 9/2020

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙