Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. oktober 2001 Nr. 130
Løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Samsvarandi løgtingssamtyktini frá 20. apríl 2001 um sjálvstýri Føroya fólks, § 46 í løgtingslóg…
Samsvarandi løgtingssamtyktini frá 20. apríl 2001 um sjálvstýri Føroya fólks, § 46 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya og § 2 í heimastýrislógini (B. Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre) eru øll mál og málsøki á lista A í heimastýrislógini yvirtikin sum føroysk sermál við gildi frá 1. januar 2002. Stk. 2. Hóast stk. 1 fevnir henda lóg ikki um málini og málsøkini serforsorg, fólkatrygging, heilsumál, læknar, jarðamøður og sjúkrahús.
§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Hesar lógir og ásetingar fara úr gildi hin 1. januar 2002: 1) Lov nr. 51 af 14. februar 1979 for Færøerne om folkeskolen, som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 267 af 15. juni 1979. 2) Lov nr. 52 af 14. februar 1979 for Færøerne om læreruddannelsen, som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 71 af 1. marts 1984. 3) Lov nr. 53 af 14. februar 1979 for Færøerne om fritidsundervisning m.v., som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 152 af 20. marts 1986. 4) Lov nr. 54 af 14. februar 1979 for Færøerne om handelskoler, tekniske skoler samt maskinmester- og maskinistskoler, som sat i kraft på Færøerne ved bekendtgørelse nr. 363 af 9. august 1979. 5) Ásetingarnar um almenna forsorg í Lov nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne. Stk. 3. Løgtingslóg, ið er sett í gildi samsvarandi lóg ella áseting, sum fer úr gildi sambært stk. 2, heldur fram at vera í gildi. Tórshavn, 8. oktober 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(5)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
5 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.