Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 2015 Nr. 13
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 4 verður aftan á “kommunulækna” sett: “ella serlækna”. 2. § 4 verður strikað. 3. § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Ískoyti kann verða veitt til gjald fyri viðgerð hjá: 1) Tannlækna. 2) Kiropraktori. 3) Tannrøktara. Stk. 2. Eftir ávísing frá lækna kann ískoyti verða veitt til gjald fyri viðgerð hjá: 1) Fysioterapeuti. 2) Ergoterapeuti. 3) Sálarfrøðingi. 4) Fótterapeuti. Stk. 3. Eftir ávísing frá kommunulækna kann ókeypis viðgerð verða veitt hjá serlækna. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur og treytir um ískoyti, viðgerðarsløg og ókeypis serlæknaviðgerð sbrt. stk. 1-3.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn 16. mars 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) Løgmaður Lm. nr. 55/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.