Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. desember 2006 Nr. 129
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis: “Stk. 1. Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ein prosentpart av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007: 1,5%, og frá 1. januar 2008: 1,75%. Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarar, sum eru 67 ár ella eldri og hava fólk í vinnu, rinda tó árliga ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Ásetti prosentparturin er í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007: 1,5%, og frá 1. januar 2008: 1,75%. 2) Í § 5, stk. 1 verður “í seinasta lagi 1. oktober” strikað, og aftaná 1. punkt verður sett: “Stýrið kann broyta veitingina, um fyritreytirnar fyri ásetingini av veitingini broytast. Ein broyting av veitingini sambært 2. pkt. hevur virknað frá fyrsta í mánaðinum eftir, at stýrið hevur ásett broyttu veitingina.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 2 fer úr gildi 1. apríl 2007. Tórshavn, 28. desember 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 35/2006
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.