Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. desember 2014 Nr. 129
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
(Fíggjarligur stuðul, virknistænasta, vardir bústaðir o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Sum stytt heiti á lógini verður sett: “(Forsorgarlógin)” 2. Í § 9, stk. 7 verður sum nýtt 2. pkt. sett: “Hjá persóni sbrt. stk. 2, nr. 4 verður inntøka hjá møguligum hjúnafelaga mótroknað við 30% av inntøkuni, sum er hægri enn 50% av dagpeningaupphæddini. Hjá persóni sbrt. stk. 2, nr. 5 verður inntøka hjá møguligum hjúnafelaga mótroknað við 30% av inntøkuni, sum er hægri enn 40% av dagpeningaupphæddini.” 3. Aftaná § 15 verður sett: “§ 15 a. Hóast ásetingarnar í § 9, stk. 2-7, § 11 og § 13, stk. 1 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um fíggjarligan stuðul til: 1) persónar, sum heilt ella partvís eru í fyriskipan hjá tí almenna eftir §§ 27 og 32 í hesi lóg ella eftir aðrari lóggávu, og 2) persónar, sum eru varðhaldsfongslaðir ella settir í varðhaldslíknandi fyriskipan, sita dóm ella eru undir øðrum frælsisskerjandi fyriskipanum sambært dómi.” 4. § 30 verður orðað soleiðis: “Virknistænasta
§ 30 Virknistænasta kann veitast persónum við likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum…
Virknistænasta kann veitast persónum við likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum, ið ikki fáa virkað á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Stk. 2. Virknistænastur hava til endamáls at varðveita ella betra um persónligar førleikar ella lívskor. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum at stovna og reka virknistænastur sambært nærri ásettum treytum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um upptøku, virksemi, samsýning, løn og gjald á virknistænastum.“ 5. Yvirskriftin yvir § 32 verður orðað soleiðis: “Vardir bústaðir” 6. § 32 verður orðað soleiðis: “§ 32. Vardur bústaður kann veitast persónum við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum, og sum tørva hjálp og stuðul til vanligt dagligt virksemi, umframt møguliga røkt. Stk. 2. Landsstýrismaðurin góðkennir vardar bústaðir sambært forsorgarlógini. Góðkenning av vardum bústøðum fevnir m.a. um staðseting, fysiskar karmar í mun til málbólk, fígging, kostnað og ábyrgdarbýti. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við vardum bústøðum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um upptøku, leigurættindi, virksemi, og gjøld á vardum bústøðum.” 7. Yvirskriftin yvir § 32 a verður strikað. 8. § 32 a verður strikað. 9. Í § 40 verður stk. 3 strikað, og í stk. 4, sum verður stk. 3, verður í 1. og 2. pkt. “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið“. 10. Í § 40 verður stk. 5 strikað.
§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 1-3 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd
Stk. 1. § 1, nr. 1-3 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 4-10 koma í gildi 1. januar 2015. Í Tinganesi, 19. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 37/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.