Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. desember 2012 Nr. 129
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 24, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av hesi lóg, gjalda 160,- kr. um mánaðin, umframt 0,55 % av skattskyldugu inntøku sínari til Heilsutrygd.” 2) § 30, stk. 5 verður strikað. Stk. 6. og stk. 7 verða eftir hetta stk. 5 og stk. 6.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Tórshavn, 14. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 18/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.