Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2008 Nr. 128

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25…

Í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, verða gjørdar fylgjandi broytingar: 1) Aftaná § 35 verður sett: “§ 35 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar hava í sambandi við umsiting og eftirlit eftir lógini. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta krøv um gjald fyri viðgerð av umsóknum og veitan av góðkenningum og loyvum eftir lógini. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at útreiðslur, sum myndugleikin hevur av kanningum, ráðgevaraveitingum, heruppií tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum o.t., verða endurrindaðar eftir rokning.” 2) §§ 35 a – 35 e verða hereftir §§ 34 a – 34 e og verður tvær staðni í § 35 c, stk. 1 og í 35 e ”§ 35 a” broytt til: “§34 a”. 3) Í § 72, stk. 1, nr. 2 tvær staðni og í stk. 3 verður “§ 35 a- 35 e” broytt til: “§34 a - 34 e”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22. desember 2008 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 50/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙