Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 2006 Nr. 128

Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, verður gjørd henda broyting:

§ 1 , stk. 1 verður orðað soleiðis

, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis: 1) Galdandi frá 1. januar 2007 til 31. desember 2007: Er inntøkan minni enn kr. 28.000,- verður latið 0%. Er inntøkan men minni enn verður latið av og av restini størri enn kr. kr. kr. kr. % 28.000 70.000 0 28.000 7,0 70.000 130.000 2.940 70.000 18,0 130.000 230.000 13.740 130.000 21,5 230.000 35.240 230.000 33,5 2) Galdandi frá 1. januar 2008: Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%. Er inntøkan men minni enn verður latið av og av restini størri enn kr. kr. kr. kr. % 30.000 70.000 0 30.000 7,0 70.000 140.000 2.800 70.000 18,0 140.000 270.000 15.400 140.000 21,0 270.000 42.700 270.000 33,0

§ 2 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:

§ 46 , stk. 1 verður orðað soleiðis

, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2007 til 31. desember 2007 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-28.000 kr., og frá 1. januar 2008 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-30.000 kr.”

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Tórshavn, 28. desember 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 37/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙