Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. desember 2012 Nr. 128

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. verður aftaná § 7 sett

Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. verður aftaná § 7 sett: “§ 7 a. Felag við aliloyvi og móðurfelag tess skulu vera heimahoyrandi í Føroyum. Stk. 2. Móðurfelag eftir stk. 1 er felag, sum hevur tilknýti til alifelag, sum nevnt er í § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin). Fysiskur persónur, sum hevur tað í 1. pkt. nevnda tilknýti til alifelag, skal lúka treytirnar í stk. 3. Stk. 3. Persónur er heimahoyrandi í Føroyum, sum 1) er skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum, er fult skattskyldugur í Føroyum og 2) hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum í tilsamans 5 ár. Stk. 4. Felag er heimahoyrandi í Føroyum, um hesar treytir eru loknar: 1) Felagið er skrásett hjá Skráseting Føroya ella er fráboðað Skráseting Føroya undir stovnan, sbr. § 7, stk. 1. 2) Felagið hevur høvuðssæti í Føroyum. 3) Meirilutin av limunum í nevndini, um felagið hevur eina nevnd, ella meirilutin av limunum í eftirlitsráðnum, um felagið hevur eitt eftirlitsráð, eru heimahoyrandi í Føroyum, og stjórar felagsins lúka stk. 3, nr. 1. Er talið av limum, sum eftir 1. pkt. skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, ikki eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir. 4) Eingin juridiskur persónur, sum ikki lýkur nr. 1), 2) og 3), og eingin fysiskur persónur, sum ikki lýkur stk. 3, hevur ræði á meira enn 20 % av felagskapitalinum í alifelagnum ella móðurfelag tess. Stk. 5. Eingin kann útinna síni fíggjarligu og umsitingarligu rættindi í einum alifelag ella móðurfelag tess, sum er heimahoyrandi í Føroyum, í ósamsvari við stk. 1-4. Ásetingar um viðurskiftini, nevnd í stk. 1- 4, skulu takast upp í viðtøkur alifelagsins og móðurfelag tess. Stk. 6. Saman við umsókn um aliloyvi og annars eftir áheitan frá landsstýrismanninum skulu alifelag og móðurfelag tess, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, geva landsstýrismanninum skrivligar upplýsingar um, hvørt reglurnar í stk. 1- 4 eru hildnar, saman við skrivligum upplýsingum um, hvussu alifelagið og móðurfelagið, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, tryggja, at eingin kaptaleigari kann útinna síni fíggjarligu og umstingarligu rættindi í ósamsvari við stk. 1-4. Stk. 7. Hevur alifelag 9. august 2012 ella seinni fingið aliloyvi í ósamsvari við stk. 1-4, kann landsstýrismaðurin áleggja alifelagnum at fáa viðurskiftini í rættlag innan nærri ásetta freist, og kann aliloyvið verða tikið aftur, um áleggingin ikki verður fylgd. Stk. 8. Lýkur alifelag ella móðurfelag tess í Føroyum ikki ásetingarnar í stk. 1-4, ella ikki gevur landsstýrismanninum upplýsingar eftir stk. 6, ella viðvirkar til, at brot verður framt á stk. 5, kann landsstýrismaðurin taka aliloyvið aftur. Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn geva undantaksloyvi til, at farið verður upp um mørkini í stk. 4, nr. 4 í førum, tá tað fyri 9. august 2012 eru gjørdar avtalur um avhendingar av kapitalpørtum, har avhendingin skal fara fram eftir 9. august 2012, og tað verður mett at vera av alstórum fíggjarligum týdningi fyri viðkomandi, at undantak verður givið.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtinglógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá…

Stk. 1. Henda løgtinglógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 9. august 2012. Stk. 2. Eru viðurskiftini í alifelagi ella móðurfelagi tess hin 9. august 2012 ella seinni ikki í samsvari við § 7 a, stk. 1 – 4 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., kann alifelagið ikki ogna sær ella fáa tillutað aliloyvi. Stk. 3. Kapitalpartar í alifelagi ella móðurfelagi tess í Føroyum, sum eru fingnir til vega fyri 9. august 2012, verða taldir við í uppgerðini av, hvørt tey í § 7 a, stk. 4, nr. 4 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. nevndu mørk eru rokkin.

§ 3 Leiðsluviðurskiftini hjá alifeløgum skulu vera í samsvari við § 7 a, stk. 4, nr. 2 og 3 í…

Leiðsluviðurskiftini hjá alifeløgum skulu vera í samsvari við § 7 a, stk. 4, nr. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. í seinasta lagi 1. juni 2013. Tórshavn, 14. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 7/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙