Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 2024 Nr. 127

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

(Keyp av egnum partabrøvum, dagføringar av stovnsheitum, herdar revsireglur og málsligar nágreiningar o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1, 2 og 5, § 2, § 11, stk. 2, § 12, stk. 3, § 15, stk. 1, 3. pkt., § 18, stk. 5, § 20, stk. 1, § 21, stk. 2, § 22, stk. 1, § 26, stk. 1 og 2, § 27 og § 28, stk. 1, 1. pkt., stk. 4, 1. pkt. og stk. 5, 1. pkt. verður “lóg” broytt til: “løgtingslóg”. 2. Í § 1, stk. 4, § 5, stk. 2 og § 14 a, stk. 1, 1. pkt. verður “Toll- og Skattaráð Føroya” broytt til: “TAKS”. 3. Aftan á § 2 e verður í kapittul 1 b sett: “§ 2 f. Tap kann ikki frádragast í kapitalvinningsinntøku í tann mun tapið stavar frá avhendingarupphædd, sum er lægri enn ásett inngangsvirði sambært § 2 e.” 4. § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Fer avhending nevnd í stk. 1. fram í tí kalendaraári, tá felagið, ið hevur givið virðisbrævið út, er endaliga avtikið, er stk. 1 ikki galdandi. Stk. 1 er heldur ikki galdandi, tá eitt børsskrásett felag keypir egin partabrøv á einum skipaðum marknaði, tá endamálið við afturkeypinum antin er at lækka partapeningin ella at nýta partabrøvini sum lið í lønargjaldi til starvsfólk.” 5. Í § 9, 2. pkt. verður aftan á “grunnar o.o.,” sett: “tó ikki deyðsbúgv,”. 6. Í § 12 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi, um hjúnafelagi, arvingar ella legatarar ikki eru fult skattskyldugur í Føroyum, ella sambært ásetingunum í einum tvískattasáttmála ikki eru heimahoyrandi í Føroyum. Tá vinningur ella tap verður gjørt upp í sambandi við útlutan av teimum í § 1 nevndu ognum úr einum deyðsbúgvi til hjúnafelaga, arving og legatar, ið ikki er fult skattskyldug í Føroyum, ella sambært ásetingunum í einum tvískattasáttmála, ikki er heimahoyrandi í Føroyum, verður ásannaður vinningur ella ásannað tap roknað upp í skattskyldugu inntøkuna hjá búnum.” 7. § 14, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Vísir uppgerðin ein vinning, lata likamligir persónar og deyðsbúgv ein skatt upp á 35%.” 8. Í § 15, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “persónar” sett: “og deyðsbúgv”. 9. Í § 15, stk. 3, 1. pkt., § 16, stk. 2, § 18, stk. 1 og stk. 3, § 20, stk. 1, § 28, stk. 2, 2. pkt. og stk. 4, 2. pkt. verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 10. § 18, stk. 1, 1-3 pkt. verða orðað soleiðis: “Tað áliggur skattskylduga at geva upp skattskyldugu upphæddina sambært § 14 um talgilda loysn ella á oyðublaði, sum TAKS letur gera. Upplýsingarnar skulu latast TAKS samstundis, sum sjálvuppgávan eigur at verða latin inn sambært skattalógini. Persónar, feløg, grunnar o.o., sum hava fingið kapitalvinningsuppgerð, skulu tó ikki lata inn oyðublað, um upplýsingarnar á kapitalvinningsuppgerðini eru rættar og fullfíggjaðar.” 11. § 18, stk. 1, 5. pkt. verður strikað. 12. § 21, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Øll, ið eru fevnd av hesi løgtingslóg, hava, tá hetta verður kravt, skyldu at leggja fyri TAKS allar upplýsingar, sum kunnu verða viðkomandi fyri TAKS í eftirlitshøpi. Ásetingin fevnir eisini um triðjamann, sum hevur í hendi tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar hjá einum, sum er fevndur av hesi løgtingslóg.” 13. Í § 21, stk. 2, § 22, stk. 2, § 25, stk. 1, og § 28, stk. 2, 3. pkt. verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 14. § 23, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt av inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi løgtingslóg, greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar ella letur vera við at lata inn upplýsingar sambært § 18, stk. 1, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.” 15. § 24, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Við sekt verður tann persónur revsaður, sum við vilja ella av stórum gáloysni: 1) letur vera við at halda aftur ella avrokna skatt av vinningsbýti eftir § 15, 2) letur vera við at avrokna skatt av rentuinntøku eftir § 16, og 3) brýtur upplýsingarskylduna í § 21, stk. 1 ella forðar TAKS í at nýta heimildina í § 21, stk. 2 at koma á staðið.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 13. desember 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 28/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙