Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2008 Nr. 126

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006, verður § 13 orðað soleiðis: “§ 13. Landsstýrismaðurin ásetur eftir at hava fingið ummæli frá loyvisnevndini nærri reglur um útskeinking av rúsdrekka. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um gjøld fyri viðgerð av umsóknum og fyri eftirlit, sum skal útinnast sambært lógini ella reglum, settum við heimild í lógini. Gjaldið kann eisini verða ásett sum eitt árligt gjald.”

§ 2 Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22. desember 2008 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 48/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙