Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
5. august 2019 Nr. 126
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
(Stilling av fiskidagatalinum í bólki 5)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, løgtingslóg nr. 162 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 178 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 186 frá 21. desember 2018 og løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður § 74, stk. 1, nr. 6 orðað soleiðis: “6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar, umframt 2.150 fiskidagar markaðir til ikki fult riknar útróðrarbátar.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 5. august 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 3/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.