Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2008 Nr. 125

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 2, nr. 1 verður “10,00” broytt til: “5,50”. 2) Í § 2, stk. 2, nr. 2 verður “17,50” broytt til: “13,00”. 3) Í § 2, stk. 2, nr. 3 verður “24,00” broytt til: “19,50”. 4) Í § 2, stk. 2, nr. 4 verður “30,00” broytt til: “25,50”. 5) Í § 2, stk. 2, nr. 5 verður “35,00” broytt til: “30.50”. 6) Í § 2, stk. 2, nr. 6 verður “40,00” broytt til: “35,50”. 7) Í § 2, stk. 2, nr. 7 verður “45,00” broytt til: “40,50”. 8) Í § 2, stk. 2, nr. 8 verður “50,00” broytt til: “45,50”. 9) Í § 2, stk. 2, nr. 9 verður “55,00” broytt til: “50,50”. 10) Í § 2, stk. 2, nr. 10 verður “60,00” broytt til: “55,50”. 11) Í § 2, stk. 3, nr. 1 og 4 verður “10,00” broytt til: “8,45”. 12) Í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 verður “20,00” broytt til: “16,90”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2009. Tórshavn, 22. desember 2008 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 43/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙