Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2010 Nr. 124
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá…
Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Eingin má fara í ella røkja starv umborð, fyrr enn hann við nóg góðum úrsliti hevur verið undir teirri læknakanning, sum kravd er til slíkt starv. Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar av læknakanningini. Treytin fyri, at arbeiðsgevarin skal endurrinda útreiðslurnar, er, at sjómaðurin er við skipinum ella reiðarínum, ið endurrindar, í minsta lagi hálvt ár. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um læknakanningar.” 2) Aftaná § 74 verður sett: “§ 74 a. Sjóvinnustýrið, reiðarí ella avvarðandi sjófólk kann innan 4 vikur frá tí, at úrslitið frá læknakanningini er fráboðað viðkomandi, sbr. § 4, stk. 2, leggja úrslitið fyri Heilsunevndina fyri sjófólk, sum tekur endaliga fyrisitingarliga avgerð í málinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin setur Heilsunevndina fyri sjómenn við einum formanni, 3 limum og 3 varalimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, ein limur og ein varalimur skulu vera læknar, ein limur og ein varalimur skulu vera sjókønir innan sigling við handilsskipum, og ein limur og ein varalimur skulu vera sjókønir innan sigling við fiskiskipum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011 og er galdandi fyri læknakanningar, framdar eftir,…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011 og er galdandi fyri læknakanningar, framdar eftir, at lógin er komin í gildi. Tórshavn, 22. desember 2010 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 22/2010
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.