Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. november 2023 Nr. 124
Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin)
(Klipp fylgja við, tá alifiskur verður fluttur)
§ 1 Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin),…
Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016, kunngerð nr. 106 frá 15. juli 2019, kunngerð nr. 93 frá 3. juni 2021 og kunngerð nr. 29 frá 2. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Um landsdjóralæknin, við heimild í § 59, stk. 4, nr. 3, í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, loyvir flyting av fiski, telja teljingar í upprunaligu útsetuni, ið eru farnar upp um markvirðið, við í uppgerðini av, um farið er um markvirðið tríggjar teljingar á rað, ella fýra teljingar tilsamans í útsetuni. Í slíkum førum verður álagt at slakta fiskin innan fyri 11 vikur, sbr. § 7, stk. 2.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4. 2. Skjal 1 í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. november 2023 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Bólking av alibrúkum Sambært § 8 hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan heimild at avgera, at smolttalið í einum alibrúki ikki skal verða hækkað ella skal verða lækkað í mun til seinastu útsetu, um eitt alibrúk ofta hevur lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, hevur nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella hevur ófullfíggjaðar viðgerðir. Fyri at meta um, hvar eitt ávíst alibrúk, í mun til nevndu parametur, er í mun til alibrúk í Føroyum annars, verða nýttar hesar vegleiðandi reglur til at bólka einstøku alibrúkini: Bólkingin verður gjørd út frá sokallaðum “klippum”, sum eru grundað á tal av viðgerðum og hvussu ofta – og í hvønn mun – farið er upp um markvirðið í hvørjari setu. Fyri viðgerðir við heilivági telur hvør viðgerð av øllum alibrúkinum sum tvey klipp fyri hvørt slagið av heilivági, t.e. at ein kombiviðgerð við t.d. Alpha Max og Salmosan telur sum fýra klipp. Verður einans partur av alibrúkinum viðgjørdur, telur viðgerðin sum klipp í lutfallinum, sum er viðgjørt. T.e. um tríggir av 12 ringum verða viðgjørdir, telur hetta sum 0,5 klipp. Teljingar, sum fara upp um ásetta markvirðið, og heilivágsviðgerðir verða taldar sum “klipp”. Fyri teljingar, sum fara upp um markvirðið, telur hvør teljing lutfalsliga sum eitt klipp í tann mun, farið er upp um markvirðið. Tað vil siga, at í vetrarhálvuni t.e. 1. august til 30. apríl telur 1 vaksin kvennlús sum eitt klipp, 2 vaksnar kvennlýs telja sum tvey klipp, 3 vaksnar kvennlýs telja sum trý klipp o.s.fr. Í summarhálvuni t.e. 1. mai til 31. juli telur 0,5 vaksin kvennlús sum eitt klipp, 1 vaksin kvennlús telur sum 2 klipp, 2 sum fýra klipp o.s.fr., sí talvu 1 og 2 niðanfyri. Við grundarlagi í talinum av klippum verða alistøðirnar býttar sundur í tríggjar bólkar, alt eftir hvussu nógv klipp hava verið í útsetingartíðarskeiðinum. Alibrúk, sum vera áløgd at slakta fiskin sambært § 7, stk. 2, verða sett í bólk trý. Í førum, tá landsdjóralæknin við heimild § 59, stk. 4, nr. 3, í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, loyvir flyting av fiski, er meginreglan, at klippini fylgja flutta fiskinum. Endaliga nøgdin av klippum, sum hevur fylgt fiskinum, eigur at verða tillutað økinum, ið fiskurin gekk tíðina upp til slátur. Mongdin av klippum í uppruna aliøkinum eigur at verða tillutað í teirri mongd, sum varð áløgd í tíðarskeiðinum, meðan fiskurin gekk í hesum aliøkinum. Dømi: Um teljingar ella heilivágsviðgerðir hava givið tvey klipp, meðan fiskurin hevur verið í einari alistøð og tað á seinnu alistøðini koma 6 klipp afturat, so verður samlaða talið av klippum á seinna aliøkinum 8 íalt. Tað merkir, at upprunaliga aliøkið verður flokkað í bólk 1 og tað seinna aliøkið verður flokkað í bólk 2. Klipp, sum verða áløgd í sambandi við teljing í tíðarskeiðinum, tá fiskurin verður fluttur, verður tillutað teimum alistøðum, sum flutt verður ímillum. Tað merkir, at miðaltalið av teirri lúsateljing, sum verður gjørd í flutningstíðarskeiðinum umfatar allar ringar á báðum aliøkjum. Dømi: Tríggir aliringar eru í alistøð A og seks aliringar eru í alistøð B. Um ein lúsateljing í flutningstíðarskeiðinum vísur ávíkavíst 2,2, 1,9 og 1,2 í alistøð A og 0,5, 0,2, 0,6, 0,3, 0,8 og 0,1 í alistøð B, verður miðaltalið roknað soleiðis, at aliringarnar í alistøð A og B verða lagdir saman. Miðaltalið verður tí, fyri hvørja alistøð 0,9, og ikki 1,8 í alistøð A og 0,4 í alistøð B. Bólkur 1 Alistøðir við færri enn 7 klippum. Bólkur 2 Alistøðir við 7 klippum ella fleiri, men færri enn 13 klippum. Bólkur 3 Alistøðir við 13 klippum ella fleiri. Talva 1. Dømi, tá markvirðið er 1,0 vaksin kvennlús: Miðaltal av vaksnum kvennlúsum: Tal av klippum: 0-0,99 0 1,00-1,99 1 2,00-2,99 2 3,00-3,99 3 4,00-4,99 4 o.s.fr. Talva 2. Dømi, tá markvirðið er 0,5 vaksin kvennlús: Miðaltal av vaksnum kvennlúsum: Tal av klippum: 0-0,49 0 0,50-0,99 1 1,00-1,49 2 1,50-1,99 3 2,00-2,49 4 2,50-2,99 5 o.s.fr. ”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.