Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. december 2003 Nr. 124

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m., sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 13, stk. 1 verða orðini “Leiðarin av kommununnar skúlaverki” broytt til: “Skúlaleiðarin ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving,” 2. § 13, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Um so er, at ein kommuna hevur fleiri skúlaleiðarar, so setir kommunan ein av skúlaleiðarunum ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving, at taka sær av tí í stk. 1 nevnda verkevni. Landsstýrismaðurin skal góðkenna setanina.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. december 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 25/2003

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙