Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. desember 2014 Nr. 123
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
(Ognarfyrivarni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftaná § 3 a verður sett: “§ 3 b. Fyri tinglýsing av ognarfyrivarni í motorakførum, húsvognum, lendisakførum, leguvognum og viðfestivognum sbrt. § 42 b í løgtingslóg um tinglýsing er avgjaldið 0,5% av upphæddini, ognarfyrivarnið skal tryggja.” 2. Í § 5 b verða orðini: “skip og bátar yvir 5 brt., flogfør og” strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. Í Tinganesi, 15. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 47/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.