Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. august 2017 Nr. 122
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Strika skattaafturbering til bare-boat leigað skip uttan fyri FAS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 10. apríl 2017, verður § 63 a, stk. 1, nr. 2 strikað.
§ 2 1) Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá…
1) Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum.
§ 3 Stk. 1. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin úr gildi 31.…
Stk. 1. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin úr gildi 31. desember 2018, sbr. tó stk. 2 og 3. Stk. 2. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin tó ikki úr gildi fyrr enn 31. desember 2025 við atliti at skatti av hýrum til persónar, sum eru fult skattskyldugir til Føroya. Stk. 3. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya og sum lúka allar treytirnar fyri at verða skrásett í FAS, fær broytingin virknað, tá verandi leiguavtalur ganga út. Í Tinganesi, 21. august 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 3/2017 1) Framløgudagurin var 1. august 2017.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.