Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. december 2003 Nr. 121

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í §§ 79, stk. 4, 80, stk. 3, 81, stk. 2 og 3 og 135, stk. 1 verður “1%” broytt til: “0,7 %”. 2) Í § 135, stk. 2 verður “1,5%” broytt til: “0,7%”.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verður gjørd henda broyting: Í § 1, stk. 3 verður “1,5%” broytt til: “0,7%”.

§ 3 Í løgtingslóg nr. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998, verður gjørd henda broyting: Í § 1, stk. 4 verður “1,5%” broytt til: “0,7%”.

§ 4 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, verður gjørd…

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, verður gjørd henda broyting: Í § 3, stk. 3 verður “1,0%” broytt til: “0,7%”.

§ 5 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: Í §§ 15, stk. 2, 16, stk. 3 og 18, stk. 3 verður “1%” broytt til: “0,7%”.

§ 6 Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 29. desember 1998, verður gjørd henda broyting: Í § 6, stk. 5 verður “1,5%” broytt til: “0,7%”.

§ 7 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: Í §§ 22, stk. 2 og 32, stk. 4 verður “1%” broytt til: “0,7%”.

§ 8 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92…

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 10. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: Í § 30 a verður tvær staðni “1%” broytt til: “0,7%”.

§ 9 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004. Tórshavn, 1. december 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Lógir, sum verða broyttar

(8)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

8 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙