Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2007 Nr. 120
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. verður sett inn sum nýtt kapittul 7a
Í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. verður sett inn sum nýtt kapittul 7a: “Kapittul 7a Aðrar ásetingar
§ 45 a Landsstýrismaðurin kann, innan fyri lógarinnar karmar, áseta tær reglur, sum eru neyðugar til…
Landsstýrismaðurin kann, innan fyri lógarinnar karmar, áseta tær reglur, sum eru neyðugar til tess at fremja fyriskipanir, direktiv og avgerðir frá ES, innan handfaring og tilgerð av matvørum, matvørutrygd, reinføri o.a., sum Føroyar við einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála við ES hava bundið seg til at seta í verk.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 12. desember 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 101/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.