Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. august 2017 Nr. 120
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Fiskidagar 1. september til 31. desember 2017)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 22, stk. 5 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt 2. pkt. sett: “Fiskiárið, sum byrjar 1. september 2017, endar 31. desember 2017, og ikki nýttir fiskidagar kunnu flytast yvir um ár og kunnu brúkast fram til 31. august 2018.” 2. § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum frá 1. september til 31. desember 2017 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.” 3. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at lagt verður upp fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4 A og 4 B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2016 til 31. august 2017: 1) Bólkur 2: Trolarar: a) Innara fiskidagaleið: 4.386 fiskidagar. b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar. 2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.029 fiskidagar. 3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 859 fiskidagar. 4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.323 fiskidagar. 5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.178 fiskidagar. 6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar.” 4. § 29, stk. 11 verður orðað soleiðis: “Stk. 11. Umframt fiskidagar sambært stk. 1 verða ásettir fiskidagar fyri tíðarskeiðið frá 1. september til 31. desember 2017 soleiðis: 1) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 179 fiskidagar. 2) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 76 fiskidagar. 3) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 117 fiskidagar. 4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 104 fiskidagar.” 5. Í § 29, stk. 12 verður “1. desember 2016” broytt til: “1. oktober 2017”. 6. Í § 29, stk. 13 verður “2016” broytt til: “2017”. 7. Í § 29, stk. 14 verður fýra staðni “2015/2016” broytt til: “2016/2017”. 8. Í § 29, stk. 14, 2. pkt. verður “tal av brúktum fiskidøgum hjá fiskifarinum” broytt til: “tal av brúktum fiskidøgum sambært stk. 1 og stk. 11 hjá fiskifarinum” og “í undirbólkinum, sambært stk. 1” verður broytt til: “í undirbólkinum, sambært stk. 1 og stk. 11”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 18. august 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 1/2017
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.