Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. november 2023 Nr. 120
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at skula landa sild í Føroyum)
§ 1 Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá…
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, kunngerð nr. 154 frá 6. desember 2021, kunngerð nr. 50 frá 22. apríl 2022, kunngerð nr. 128 frá 19. september 2022, kunngerð nr. 1 frá 10. januar 2023, kunngerð nr. 46 frá 12. apríl 2023 og kunngerð nr. 92. frá 25. juli 2023, verður í § 1 sum nr. 8 sett: “8) Sild.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 14. november…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 14. november 2023. Kunngerðin fer úr gildi 22. november 2023. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 14. november 2023 Dennis Holm (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.