Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. februar 2013 Nr. 12

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir

(Hoyring av kommunu)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26.…

Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26. mai 1988 og løgtingslóg nr. 55 frá 25. mai 2009, verður í § 10 sum stk. 2 og 3 sett: “Stk. 2. Øll sundurbýtismál skulu sendast avvarðandi kommunu til ummælis. Kommunan skal greitt tilskila, um eitt møguligt sundurbýti ikki er í samsvari við: 1) lóggávuna um byggi- og brunaviðurskifti, 2) eina góðkenda byggisamtykt ella býarskipan ella 3) lóggávuna annars. Stk. 3. Verður tað í ummæli frá kommununi eftir stk. 2 ella á annan hátt upplýst, at tað við sundurbýtinum koma fram viðurskifti, sum ikki samsvara við reglurnar í teimum í stk. 2, nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, verður sundurbýtið ikki góðkent uttan so, at avvarðandi myndugleiki hevur givið undantaksloyvi.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 11. februar 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 53/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙