Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. februar 2001 Nr. 12

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verða gjørdar…

Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 7 verður sett sum stk. 2: “Stk. 2. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí at teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, verða undantiknir frá gjaldskyldu, sbr. § 8 a.” 2) § 8, nr. 1, verður orðað soleiðis: “1. Fólka- og fyritíðarpensjón”. 3) Í § 8 verður sett sum nr. 4: “4. Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. “lov om børns retsstilling”, sbr. § 8 a.” 4) Sum nýggj § 8a verður sett: “§ 8a . Undantøka frá gjaldskyldu eftir § 7, stk. 2, og undantøka eftir § 8, nr. 4, verður veitt eftir umsókn til Arbeiðsloysisskipanina. Undantøkan frá gjaldskylduni tekur við tann dagin, Arbeiðsloysiskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku.” 5) § 15, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað fólka- og fyritíðarpensjón, aðrar skattskyldugar almannaveitingar, A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. “lov om børns retsstilling”, í tann mun nevndu inntøkur eru undantiknar gjaldskyldu sambært § 8 a.” 6) § 16, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 70% av eini arbeiðaraársløn. Frádrigin hesi upphædd verða tey í § 8, nr. 1 og 4, nevndu undantøk, aðrar skattskyldugar almannaveitingar umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka, tó undantiknar almennar veitingar til persónligar hjálparlutir og heilivág. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum.” 7) § 31, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá stýrinum áseta nærri reglur um arbeiðsloysistrygging v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í kap. 3-5 í hesi lóg.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 9. februar 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙