Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. december 2003 Nr. 119

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í §§ 3, stk. 5 og 29 a, stk. 4 verður “Landsskattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”. 2) § 29 nr. 13 verður orðað soleiðis: “avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a., veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg og barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna, uttan mun til um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.” 3) § 51, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Skattgjaldarin, tilhalds- og atvinnukommunan hava rætt til at kæra álíkningina til Skatta- og Avgjaldskærunevndina eftir reglunum í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting.” 4) Í §§ 78, stk. 2 og 79, stk. 3 verður “6%” broytt til: “4%”. 5) Í § 120n verður “landsskattakærunevndin” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndin”. 6) Í §§ 128 og 151 verður “landsskattakærunevndini” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndini”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004. Tórshavn, 1. december 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙