Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. desember 2007 Nr. 118

Løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025

§ 1 Henda løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum sjúkum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2…

Henda løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum sjúkum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 í ríkislóg nr. 316 frá 17. mai 1995 “om sundhedsvæsnet på Færøerne”.

§ 2 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, herundir um

1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, herundir um: 1) hvørjar sjúkur tilboðið um ókeypis koppseting fevnir um, 2) hvørjir persónsbólkar, ið fáa tilboðið um ókeypis koppseting, og 3) hvørji heilsustarvsfólk, ið skulu fremja koppseting sambært hesi lóg. Stk. 2. Landskassin ber kostnaðin av koppseting sambært hesi lóg.

§ 3 Koppseting eftir hesi lóg verður framd sambært galdandi leiðreglum hjá heilsumyndugleikunum um…

Koppseting eftir hesi lóg verður framd sambært galdandi leiðreglum hjá heilsumyndugleikunum um koppsetingar. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fráboðanarskyldu um koppsetingar eftir hesi lóg.

§ 4 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme, som ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. december 1987”.

§ 5 Kunngerðir, sum eru settar í gildi sambært “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om…

Kunngerðir, sum eru settar í gildi sambært “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme” verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg. Tórshavn, 12. desember 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 42/2007 1) Broytt við § 29 í løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙