Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. december 2003 Nr. 118
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92…
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 5. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 10 a verður innsett: “§ 10 b. Flutningsfeløg hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya góðsupplýsingar elektroniskt. Stk. 2. Í serligum førum kann Toll- og Skattstova Føroya gera undantak frá stk. 1.” 2) § 13, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at gera undantak frá hesi reglu, soleiðis at innflytarar kunnu fáa vørurnar beinleiðis útflýggjaðar. Treytirnar fyri hesum eru, at vørurnar verða tollavgreiddar elektroniskt, at peningatrygd verður veitt, og at tollur og avgjøld verða goldin innan eina nærri ásetta tíð. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum ” 3) § 13, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Í serligum føri kann Toll- og Skattstova Føroya eftir umsókn geva flutningsfeløgum loyvi at flyta vørur beinleiðis til móttakaran, treytað av at tollavgreiðslan verður gjørd elektroniskt, og at trygd frammanundan er veitt fyri tolli og avgjøldum. Flutningsfyritøkan ábyrgist fyri og hevur ábyrgd av, at tollur og avgjøld verða goldin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann áseta nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum, umframt at áseta reglur um, hvussu skjøl viðvíkjandi tollavgreiðsluni skulu goymast.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004. Tórshavn, 1. december 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.