Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. desember 2024 Nr. 117
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Javnseting av giftum og samlivandi pensjónistum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 2 og tvær staðni í stk. 3, § 4, stk. 3, 3. pkt. og § 13, stk. 4 verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”. 2. Í § 9 d, stk. 5, § 12, stk. 8, § 21 a, stk. 6, § 34, stk. 3 og § 35, stk. 6 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 3. Í § 25, stk. 12 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”. 4. § 27, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Doyr ein giftur ella samlivandi pensjónistur, og hava bæði hann og tann eftirsitandi fingið pensjón, hevur tann eftirsitandi rætt til at fáa pensjónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum tilsamans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensjónisturin doyr.” 5. Í § 27 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Fyri samlivandi pensjónist er tað ein treyt fyri at fáa veiting sambært stk. 2, at viðkomandi persónur hevur fingið pensjón sum samlivandi sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 9. desember 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 16/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.