Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. desember 2014 Nr. 116
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Talgild fráboðan av lønarseðlum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a., veiting eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., veitingar eftir § 9, stk. 4 og 5, § 15, § 16, § 17, stk. 1, § 18 b, § 18 c, § 18 d, § 18 e, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg, og veitingar eftir § 7, § 12, stk. 3, 4 og 9 og § 19 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, og barnagjald, hækkað barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna uttan mun til, um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.,”. 2. Í § 63, stk. 7 verður sum 2. og 3. pkt. sett: “Ávísingarskyldugi kann senda fráboðanina talgilt. Løntakari, sum ístaðin vil hava fráboðanina í pappírsformi, kann fáa fráboðanina á hendan hátt, um hann skrivliga boðar ávísingarskylduga frá hesum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. Í Tinganesi, 15. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 48/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.