Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. december 2003 Nr. 116
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 12. frá 25. februar 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Avgjaldskyldan er galdandi fyri allar nýggjar og brúktar vørur. Gass, ravmagn, hiti og vatn eru at roknað sum vørur.” 2) § 2, stk. 3, litra j. verður orðað soleiðis: “j. Banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemi. Eisini útleigan av bankaboksum.” 3) Í § 2, stk. 3 verður aftaná litra n. sett: “o. Kommunal og privat vatnveiting.” 4) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Veitingar av gassi, ravmagni, hita og vatni sum liður í útleigu av húsi ella húsarúmi hava ikki við sær skyldu at rinda avgjald.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004. Tórshavn, 1. december 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.