Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. mai 1993 Nr. 115
Løgtingslóg um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 30. mars 2009
§ 1 1) 2) Sjúkrakassin rindar njótandi limunum 50% av útreiðslunum til heilivág fyriskipað av lækna…
1) 2) Sjúkrakassin rindar njótandi limunum 50% av útreiðslunum til heilivág fyriskipað av lækna (ella tannlækna í tann mun, hesin eigur at fyriskipa heilivág á forskrifti), og sum er upptikið á skrá yvir heilivágssløg, ið henda áseting fevnir um. Ásetast kann, at gjald sjúkrakassans av 50% av útreiðslunum til ávís heilivágssløg verður fyriskipað til ávísar sjúkur. Stk. 2 1) Sjúkrakassin rindar njótandi limum 50% av útreiðslunum til heilivág fyriskipað av lækna (ella av tannlækna í tann mun, hesin hevur rætt til at fyriskipa heilivág á forskrifti), og sum er upptikið á skrá yvir heilivágssløg, ið henda áseting fevnir um. Ásetast kann, at gjald sjúkrakassans av 50% av útreiðslunum til ávís heilivágssløg er treytað av, at heilivágur verður fyriskipaður til ávísar sjúkur. Stk. 3. 1) 2) Sjúkrakassin rindar njótandi limum 50% av útreiðslunum til heilivág, ið útflýggjast kann uttan fyriskipan av lækna, og sum er upptikið á skrá, um so er, at læknin ella tannlæknin um hesi heilivágssløg á forskriftini hevur viðmerkt at vera ætlað fólka- ella avlamispensionisti ella fólki, sum hava varandi mein, ið krevur framhaldandi viðgerð við eitt av hesum heilivágssløgum. Stk. 4. Ásetanirnar í stk. 1-3 um tilskot til heilivág fevnir eisini um útreiðslur til sending av heilivági. Stk. 5. Ásetanirnar í stk. 1-3 um tilskot til heilivág eru eisini galdandi, um heilivágur er keyptur í einum øðrum norðurlandi enn har hann er fyriskipaður. Stk. 6. Heilsustýrið er ráðgevi landsstýrisins viðvíkjandi gerð av teimum í stk. 1-3 umrøddu skráum. Stk. 7. 2) Sjúkrakassin rindar limum, ið eru terminalsjúklingar, 100% av útreiðslunum til heilivág, sum sambært lækna er neyðugur fyri at linna um støðuna hjá sjúklinginum.
§ 2 Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur samb. § 1
Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur samb. § 1.
§ 3 Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um afturbering landskassans til teir góðkendu…
Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um afturbering landskassans til teir góðkendu sjúkrakassarnar viðvíkjandi útreiðslum sjúkrakassanna til heilivág til limabólkar A og B.
§ 4 Í lov nr. 514 af 21. juli 1989 for Færøerne om den offentlige sygeforsikring setast úr gildi § 13…
Í lov nr. 514 af 21. juli 1989 for Færøerne om den offentlige sygeforsikring setast úr gildi § 13 og § 27, stk. 2, nr. 3 og 4, sambært lógarinnar § 41a, í sambandi við ígildissetan av hesari lóg. Stk. 2. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur viðvíkjandi ígildissetan av hesari lóg sambært stk. 1. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 16. desember 1996, har § 2 ljóðar soleiðis:“Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993 úr gildi.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 30. mars 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2009 og er galdandi fyri allar forskriftir, sum eru latnar apoteksverkinum frá og við hesum degi.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.