Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. november 2016 Nr. 115
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
(Mánaðarligt útgjald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl., sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. apríl 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, løgtingslóg nr. 135 frá 19. desember 2014 og løgtingslóg nr. 48 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Viðbót til ávísar pensjónistar verður veitt frá mánaðinum eftir, at rætturin til veitingina er staðfestur.” 2. Í § 2 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Viðbót til ávísar pensjónistar verður útgoldin frammanundan eina ferð um mánaðin.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017 og hevur virknað frá útgjaldskeiðinum fyri apríl 2017
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017 og hevur virknað frá útgjaldskeiðinum fyri apríl 2017. Í Tinganesi, 24. november 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 22/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.