Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. december 2003 Nr. 115

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 63a verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Ein treyt fyri at fáa afturbering er, at lønin skal verða goldin inn til eitt avrokningarstað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent.” “Stk. 4. Reiðaravirkið hevur ikki rætt til afturbering fyri lønir v.m., har avsláttur verður givin í føroyska skattinum.” “Stk. 5. Hevur reiðaravirkið fingið afturbering fyri tær lønir v.m. av órøttum, skal ov nógv móttikin afturbering afturgjaldast til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi innan 1. í mánaðinum eftir, at kravið er útskrivað. Verður afturberingin ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% um mánaðin frá 1. degi, og til goldið er.”

§ 63 a, stk. 3-5 verða hereftir stk. 6-8.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum 6. november 2003. Tórshavn, 1. december 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙