Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. november 2003 Nr. 114
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 8. august 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, stk. 1 verða orðini “ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni” strikað. 2) Í § 8, stk. 2 verða orðini “verður fiskifar við veiðiloyvi lagt med alla, er ræðisavmarking skrásett í skipaskránni, ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum” broytt til “Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigaranum av fiskifari við veiðiloyvi”. 3) Í § 8, stk. 3 verða orðini “ið eru løgd med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella førini eru strikað í skipaskránni” strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskifør, ið eru løgd med alla,…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskifør, ið eru løgd med alla, eru ella hava verið ræðisavmarkað, ella eru strikað í skipaskránni, vísandi til ásetingar, ið verða settar úr gildi við hesi lóg, kunnu tó koma inn aftur í fiskiflotan, um tey fáa flutt veiðiloyvi við heimild í ásetingum soleiðis, sum tær verða orðaðar, eftir at hendan lóg hevur fingið gildi. Tórshavn, 24. november 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.