Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. desember 2007 Nr. 112

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 2, 2. pkt. verður strikað. 2) Í § 2 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Afturat pensjónini sbrt. § 6 og § 7, verður veitt ein avlamisviðbót. Stk. 4. Afturat pensjónini sbrt. § 8 verður veitt ein eyka viðbót.” Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 5 og 6. 3) Í § 6 verður “60” broytt til: “67”. 4) Í § 7, nr. 1 verður “60” broytt til: “67”, og nr. 2 verður strikað. Nr. 3 verður hereftir nr. 2. 5) Í § 8a, stk. 1 verður “og 2” strikað. 6) Í § 9 verður “og 2” strikað. 7) Í § 18, stk. 2 verður eftir “og viðbøturnar” sett: “, sbrt. § 2, stk. 2 og 4,”. 8) Í § 19 verða sum stk. 2, 3, 4 og 5 sett: “Stk. 2. Viðbótin til fyritíðarpensjón sbrt. § 2, stk. 2 verður lækkað við 30% av inntøkugrundarlagi pensjónistsins sbrt. § 20. Skiftisupphæddin til fyritíðarpensjónistar sbrt. § 7, stk. 2 í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum verður lækkað á sama hátt í framhaldi av viðbótini. Stk. 3. Eykaviðbótin til fyritíðarpensjón sambært § 2, stk. 4 verður lækkað eftir somu reglum, sum viðbótin sbrt. stk. 2. Lækkingin av viðbótini til lægstu fyritíðarpensjón verður gjørd í framhaldi av lækkingini av eykaviðbótini.” Stk. 4. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón sambært § 2, stk. 2 verður lækkað í framhaldi av og eftir somu reglum, sum lækkingin av viðbótini og eykaviðbótini sbrt. stk. 2 og 3.” Stk. 5. Pensjónin dettur burtur, tá hon er minni enn 1/40 av grundupphæddini.” 9) Í § 24, stk. 3 verður “ nr. 3” broytt til: “nr. 2”, og “pensionisturin” broytt til: “pensjónisturin”. 10) § 24, stk. 2 verður strikað. Stk. 3 verður hereftir stk. 2. 11) Í § 25, stk. 1 verður “og 2” strikað. 12) Í § 42, stk. 1 verður “og 2” strikað. 13) Í § 42, stk. 2 verður “§ 7, stk. 1, nr. 3” broytt til: “§ 7, stk. 1, nr. 2”. 14) Aftan á § 45 verður sett: “§ 46. Persónar, ið áðrenn 1. januar 2009 hava fingið tillutað miðal ella lægstu fyritíðarpensjón aftan á fylta 60. árið, kunnu søkja um broyting av pensjón eftir nýggju reglunum. Broyting í pensjónsstigi verður galdandi frá 1. í mánaðinum aftan á dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3-6 og nr. 9-14 í gildi 1. januar 2009. Tórshavn, 11. desember 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 71/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙