Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. juni 1997 Nr. 111

Løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 8. mai 2001

Kap. 1: Innflutningur

Kap. 2: Framleiðsla

Kap. 3: Afturrindan

Kap. 4: Vanligar reglur

Kap. 5: Eftirlitsreglur

Kap. 6: Reglur um revsing

Kap. 7: Ígildissetan

Kap. 1: Innflutningur

§ 1 Fyri vørur, ið verða innfluttar, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett er í frumskjali…

Fyri vørur, ið verða innfluttar, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett er í frumskjali 1 (avgjald á innflutningi) til toll- og vøruskránna. Kap. 2: Framleiðsla

§ 2 Fyri vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu, skal rindast avgjald til…

Fyri vørur, ið við vinnuligum endamáli verða framleiddar til sølu, skal rindast avgjald til landskassan, sum ásett er í frumskjali 1 (avgjald á framleiðslu) til Toll- og vøruskránna.

§ 3 Byrjan av vinnuligari framleiðslu av teimum í hesum kapitli nevndu vørum má bert gerast við loyvi…

Byrjan av vinnuligari framleiðslu av teimum í hesum kapitli nevndu vørum má bert gerast við loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hvat rúsdrekka viðvíkur krevst harumframt loyvi eftir løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 við seinni broytingum.Toll- og Skattstova Føroya ásetur í loyvinum, hvørjar treytir loyvishavarin skal lúka. Stk. 2. Verða treytirnar í loyvinum ikki hildnar, kann loyvið til eina og hvørja tíð takast aftur.

§ 4 Fyri vinnuliga framleiðslu á tolløkinum av øðrum vørum enn teimum í frumskjali 1 (avgjald á…

Fyri vinnuliga framleiðslu á tolløkinum av øðrum vørum enn teimum í frumskjali 1 (avgjald á innflutningi) nevndu vørum kann Landsstýrið áseta gjald sum fyri innfluttar vørur.

§ 5 Tey í hesum kapitli umrøddu gjøld falla til gjaldingar 22. í øðrum mánaðinum eftir at vøran er…

Tey í hesum kapitli umrøddu gjøld falla til gjaldingar 22. í øðrum mánaðinum eftir at vøran er framleidd. Stk. 2. Verður ikki goldið sum fyriskrivað í stk. 1, skal 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið. Kap. 3: Afturrindan

§ 6 Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at játta afturrindan av teimum í kap. 1 og kap. 2…

Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at játta afturrindan av teimum í kap. 1 og kap. 2 goldnu gjøldunum, tá ið vørurnar verða útfluttar frá tolløkinum ella til tær í § 8 í løgtingslóg um toll, nevndu sølubúðir. Stk. 2. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya endurrinda ella fráskriva framleiðsluavgjald á vørum sum verða oyðilagdar undir framleiðslu ella á framleiðsluøkinum, og treytað av at vørurnar verða burturbeindar undir tolleftirliti.

§ 7 Eftir umsókn hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at afturrinda skipasmiðjum avgjaldið fyri…

Eftir umsókn hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at afturrinda skipasmiðjum avgjaldið fyri tilfar, ið nýtt er til bygging av skipum, bátum og førum, eisini til at afturrinda avgjald av tilfari o.t., ið nýtt er til umvæling ella umbygging av skipum, bátum og førum. Stk. 2. Eftir umsókn hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at afturrinda øðrum virkjum avgjald, ið er latið fyri rávøru, sum virkið hevur nýtt í framleiðsluni. Kap. 4: Vanligar reglur

§ 8 Reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann mun tær ikki stríða ímóti hesi lóg

Reglurnar í løgtingslóg um toll, tó ikki § 4, galda í tann mun tær ikki stríða ímóti hesi lóg. Stk. 2. Avgjaldsskylduga virðið smb. kap. 1 er tollskylduga virðið íroknað toll. Kap. 5: Eftirlitsreglur

§ 9 Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna høli, ið verða nýtt í samband við vinnuliga…

Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna høli, ið verða nýtt í samband við vinnuliga framleiðslu, og til at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá virkinum. Stk. 2. Handhavin og starvsfólkið á virkinum skulu veita Toll- og Skattstovu Føroya neyðuga vegleiðing og hjálp, tá kanningar sum nevndar í stk.1. verða gjørdar. Stk. 3. Tilfarið, ið er nevnt í stk. 1., skal eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya latast ella sendast Toll- og Skattstovu Føroya. Kap. 6: Reglur um revsing

§ 10 Brot á § 1 verður revsað eftir kap. 10 í løgtingslóg um toll

Brot á § 1 verður revsað eftir kap. 10 í løgtingslóg um toll. Stk. 2. Brot á §§ 2 og 3 stk. 1 verður revsað við sekt, hefti ella fongsul upp til 1 ár, men verður annars farið fram eftir reglunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll. Kap. 7: Ígildissetan

§ 11 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 120…

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 18. december 1992 og við kunngerð nr. 98 frá 21. juni 1996, og § 36 til og við § 41 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m. eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum. Frumskjal 1 til vøruskránna TS-Vøruflokkur Avgjald á innflutningi og framleiðslu Kap. 17: 1704.10.00- 1704.9099 30% ÷ 12.00 kr. pr. kg Kap. 18: 1806.10.00 30% ÷ 12.00 kr. pr. kg 1806-31.00- 1806.90.00 30% ÷ 12.00 kr. pr. kg Kap. 22: 2203.00.10 10,00 kr. pr. ltr. 2203.00.20 7,60 kr. pr. ltr. 2204.10.00 24,00 kr. pr. ltr. 2204.21.11 41,00 kr. pr. ltr. 2204.21.19 24,00 kr. pr. ltr. 2204.29.11 41,00 kr. pr. ltr. 2204.29.19- 2204.30.00 24,00 kr. pr. ltr. 2205.10.00-3) 2205.90.00 41,00 kr. pr. ltr. 2206.00.90 24,00 kr. pr. ltr. 22.08.10.00- 22.08.90.90 330,00 kr. pr. ltr. reint alkohol Kap. 24: 2402.10.11- 2402.10.15 100 stk. 100,00 kr 2402.10.50 100 stk. 90,00 kr 2402.20.00- 2402.90.00 100 stk. 80,00 kr 2403.10.00- 2403.91.00 120,00 kr. pr. kg 2403.99.10- 2403.99.90 80,00 kr. pr. kg Kap. 27:1) 2710.00.22 2,30 kr. pr. ltr. 1) Kap. 85: 8509.10.00- 8509.20.00 20% 8509.40.00- 8509.80.00 20% 8510.10.00 30% 8513.10.00- 8513.90.00 30% 8516.10.00- 8516.29.00 20% 8516.31.00- 8516.32.00 30% 8516.40.00- 8516.80.00 20% 8519.10.00- 8519.39.00 30% 8519.91.00- 8519.99.00 30% 8520.31.00- 8520.90.00 30% 8521.10.90- 8521.90.00 30% 8524.10.00-4)5) 8524.90.00 (avtikin) 8527.11.00- 8527.39.00 30% 8527.90.90 30% 8528.10.004) 30% + 300 kr. pr. stk. 8539.10.00- 8539.39.00 30% 8539.90.00 30% Kap. 87:6) 8711.10.00 (avtikin) 8712.00.00 (avtikin) Kap. 94: 9405.10.00- 9405.30.00 30% 9405.40.90- 9405.99.00 30% Frumskjal 2 til vøruskránna Vørubólkar við tollvirði uppá kr. 3.000 og undir, undantikið tubbaksvørur og rúsdrekka. Tollur Punktgjald % 9901.0000 DÝR OG ANIMALSKAR VØRUR 10 0 9902.0000 VEGETABILSKAR VØRUR 10 0 9903.0000 FEITT- OG OLJUKENDAR VØRUR 10 0 9904.0100 FRAMLEIDDAR MAT- OG DRYKKJUVØRUR 10 0 9904.0200 Sukurvørur og góðgæti 10 30% + 12 kr. pr. kg. 9905.0100 MINERALSKAR VØRUR o.t. 10 0 9905.0200 Petroleum 10 0,50 kr. pr. ltr. 9905.0300 Smyrjiolja 10 0,70 kr. pr. ltr. 9906.0100 KEMISKAR VØRUR o.t. 10 0 9906.0200 Parfuma, kostmetik o.t. 10 20% 9906.0300 Fýrverkari 10 100% 9907.0000 PLASTIKK OG GUMMI 10 0 9908.0000 HÚÐIR, LEÐUR, SKINN o.t. 10 0 9909.0000 TRÆ-, KORK- OG STRÁVØRUR 10 0 9910.0100 PAPPÍR OG CELLULOSUTILFAR 10 0 9910.0200 Sigarettpappír 10 0,05 kr. pr. stk. 9911.0000 TEKSTILVØRUR 10 0 9912.0000 HØVUÐBÚNI, FÓTBÚNI o.t. 10 0 9913.0000 STEINUR, SEMENT, GLAS, KERAMIKK o.t. 10 0 9914.0000 NATÚRPERLUR, GULL, SILVUR o.t. 10 0 9915.0000 AÐRAR METALVØRUR 10 0 9916.0100 YMISK TÓL MEKANISK OG ELEKTRISK 10 0 9916.0200 Ymisk húsarhaldstól 10 20% 9916.0300 Ymisk barber- og hárviðgerðartól 10 30% 9916.0400 Lyktir, perur o.t. 10 30% 9916.0500 Plátu-, band-, video-, útvarpstól 10 30% 9916.0600 Sjónvørp 10 30% + 300 kr. pr. stk. 9916.0700 Video-, tónleikabond og plátur 10 30% 9917.0100 BILAR, BÁTAR, FLOGFØR O.T. 10 0 9917.0200 Súklur 10 15% 9918.0000 FÍNMEKANISK TÓL 10 0 9919.0000 VÁPN OG LÓÐUR 10 0 9920.0100 YMISKAR VØRUR 10 0 9920.0200 Lampur 10 30% 9921.0000 LISTAVERK, SAVNILUTIR, ANTIKVITETIR 10 0 1) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 8. mai 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2001.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙