Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. desember 2007 Nr. 111
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fyribyrgingarráð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fyribyrgingarráð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Heitið “Løgtingslóg um Fyribyrgingarráð” verður broytt til: “Løgtingslóg um Fólkaheilsuráð”. 2) Í § 1 verður “Fyribyrgingarráðið” broytt til: “Fólkaheilsuráðið”. 3) Í § 1 verður eftir 4) sett: “5) at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd”. 4) Í § 2 verður “fyribyrgingarráðnum” broytt til: “Fólkaheilsuráðnum”. 5) Í § 5 verður “fyribyrgingarráðnum” broytt til: “Fólkaheilsuráðnum”. 6) Í § 7 verður “Fyribyrgingarráðið” broytt til: “Fólkaheilsuráðið”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Tórshavn, 11. desember 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 60/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.