Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2002 Nr. 110

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Kvinna, ið er løntakari og er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði frá tí degi, hildið verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, at hildið verður, at 13 vikur eru eftir til barnsburð. Stk. 2. Eftir barnsburð hevur móðirin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Faðirin hevur rætt til barsilsfarloyvi í 2 vikur eftir barnsburð, ella eftir tað, at barnið er komið heim, ella eftir avtalu við arbeiðsgevaran innan fyri tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð. Stk. 3. Aftaná 14. viku eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í tilsamans 38 vikur. Rættin til barsilsfarloyvi eftir 1. pkt. kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Stk. 4. Kvinna, ið er løntakari, hevur rætt til at vera úr arbeiði í sambandi við barnakonukanningar, tá kanningarnar eru í arbeiðstíðini.” 2) § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í 56 vikur í sambandi við, at tey fáa barnið. Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið. Stk. 3. Rættin til barsilsfarloyvi eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 2 vikur innan fyri tær fyrstu 18 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið. ” 3) Í § 3 verða í stk. 1 í staðin fyri orðini “eftir § 1, stk. 1” sett orðini: “eftir § 1, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3” og í stk. 2 verða í staðin fyri orðini “eftir § 1, stk. 2” sett orðini: “§ 1, stk. 2, 2. pkt. og stk.3”. 4) § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilspening í 28 vikur eftir, at tey hava fingið barnið. Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið. Stk. 3. Rættin til barsilspening eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilspening samstundis í 2 vikur innan fyri tær fyrstu 18 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið.” 5) § 12, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “§ 12. Grundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir, er móttikna miðal mánaðarliga gjaldskylduga A-inntøkan eftir § 18 seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Ger viðkomandi av bara partvíst at fara úr arbeiði, verður grundarlagið undir útrokningini viðv. barsilspeningi lækkað samsvarandi hesum. Stk. 2. Hevur viðkomandi beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í styttri tíð enn ta, nevnd er í stk. 1, verður barsilspeningurin roknaður eftir miðal móttiknu gjaldskyldugu A-inntøkuni eftir § 18 hesa styttu tíðina, sbr. stk. 3.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

§ 3 Lógin hevur virknað fyri persónar, ið verða foreldur eftir 31. desember 2002

Lógin hevur virknað fyri persónar, ið verða foreldur eftir 31. desember 2002. Stk. 2. Hóast stk. 1 verða ásetingarnar í § 1, nr. 5 nýttar sum grundarlag fyri at útrokna barsilspening til persónar, ið hava rætt til barsilspening áðrenn 1. januar 2003, fyri ta tíð, ið eftir er av rættinum til barsilspening eftir 31. desember 2002. Tórshavn, 20. desember 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙